Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Broyting og dagføring av almennu byggisamtyktini fyri Kunoyar Kommunu

Kunoyar Kommuna

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, og seinast broytt við løgtingslóg nr. 19 frá 18. Mars 2013 verður við hesum uppskot til broyting og dagføring í Almennu Byggisamtyktini fyri Kunoyar Kommuna lagt fram til alment eftirlit.

Kunoyar bygd

Broyting av økisástingini, millum kirkjuna og kirkjugarðin verður H-økið, frílendi broytt til E-økið, almennir stovnar.

Haraldsunds bygd

Broyting av økisásetingini, D-økið havnarøki verður økt móti norði.

Tilfarið liggur frammi á kommunuskrivstovuni frá 27.09.2021 til 11.10.2021 og eisini á heimasíðuni hjá Kunoyar kommunu www.kunoy.fo.

Møgulig mótmæli, ískoyti ella broytingaruppskot skulu verða Kunoyar kommunu í hendi i seinasta lagi 01.11.2021.