Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Broytingar gjørdar umborð á Klaksvíkingi

Jákup Ósá

Janus Dam-Jacobsen, bátsformaður á Klaksvíkingi, sigur, at fyrireikingarnar hava gingið væl til Sundalagsstevnu. – Tað verður ein bardagi heilt til málstrikuna, væntar hann.

Janus Dam-Jacobsen sigur, at teir hava hugt eftir Norðoyastevnuróðrinum og so gera teir tillagingar eftir eftir tí.

– Vit hava eftirmett Norðoyastevnuna. Síðani hava vit gjørt onkrar broytingar og serliga roynt at arbeitt við teknikkinum. Nýggi báturin er eitt sindur øðrvísi at rógva, men tað er eingin umbering fyri úrslitið á Norðoyastevnu, tá á tí degnum var Drekin Reyði betri fyrireikaður, sigur hann.

Ein vika er millum róðrarnar og spurningurin er so, um nógv kann broytast uppá so fáar dagar.

– Nógv kann broytast. Vit hava arbeitt miðvíst hvønn dag fyri at gera tað betri. Vit vóru ikki fullmannaðir fyrr enn fimm dagar áðrenn Norðoyastevnu. Tá er ikki nógv tíð til at finna rætta lagið, teknikkin og til at rógva væl saman. Men vit hava merkt fyri hvørja venjing, at tað situr betri, sigur Janus.

Broytingar umborð

Janus sigur, at teir hava gjørt nakrar broytingar umborð fyri at minka um vektina afturi í bátinum.

– Nýggi báturin er tungur í ”reyvuni” og tað hava vit gjørt nakað við fyri at broyta. Vit hava fingið okkum eina kvinnu at stýra, og vit hava flutt onkran tyngri mann longur fram. Alt hetta fyri at lætta um bátin har afturi. Afturat hesum so hava fingið fingið betri javnvág í, tí vektarmunurin millum borðini var kanska ov stórur á Norðoyastevnu, sigur hann.

Og stendur tað upp til Janus so verður tað meira spennandi í Kollafirði enn tað var í Klaksvík.

– Vit væntað ein harðan róður, har vit ynskja at gera tað betri enn seinast og har Drekin Reyði uttan iva ætlar at halda fæst um fyrsta plássið. So eg vænti faktisk ein bardaga heilt fram á málstrikuna, sigur Janus Dam-Jacobsen.

Les eisini: 

Tað verður tungt og tætt í Kollafirði