Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Broytingar í barnsburðarfarloyvinum

John av Reyni – Valevni hjá Javnaðarflokkinum

Einki er so stórt, sum at fáa eitt barn. Tú ert seldur frá fyrsta eygnabrá. Men samstundis fylgir ein stór ábyrgd við foreldraleiklutinum, tí tú skalt vara av hesum lítla og tryggja tí ein góðan og tryggan uppvøkstur.

Fyrsta árið er eitt umráðandi tíðarskeið fyri bæði barn og foreldur. Barnið hevur brúk fyri nógvari umsorgan, og tøtt bond verða knýtt millum foreldur og barn. Hesi bond eru grundarsteinurin undir eginleikunum at kunna virka og mennast.

Í dag er barnsburðarfarloyvið einans 36 vikur, og hetta er alt ov stutt. Londini rundan um okkum eru væl frammanfyri – eitt nú hevur Danmark 1 ára barnsburðarfarloyvi, umframt at páparnir hava 18 vikur.

Vit eiga at gera tað besta fyri barnið, tí tað er okkara ábyrgd at tryggja komandi ættarliði tær bestu fortreytirnar fyri at mennast.

Eg fari at virka fyri, at vit fáa hesar sømdir til børn okkara:

* 1 ára barnsburðarfarloyvi við barsilsgjaldi

* Longri pápabarnsburðarfarloyvi, sum kann veljast ella veljast frá

* Eitt minstagjald, sum kann tryggja lesandi og onnur láglønt

Vit eiga at taka okkum av komandi ættarliðunum. Tískil skulu góðar sømdir tryggjast teimum, so tey kunnu mennast og fyrireikast sum best til at bera samfelag okkara í framtíðini!


FOKUS AFTUR Á FÓLKIÐ!


John av Reyni

Valevni hjá Javnaðarflokkinum