sigur Jógvan Ósá, sum í 37 ár var politistur og m.a. hevur arbeitt í Eysturoyar- og Norðoyar Sýslu.
Trupult er at fáa nakran politist at úttala seg alment nú Fútin hevur avgjørt at samskipað vaktarhaldið á politistøðunum í Klaksvík og Runavík. Tí vendi Norðlýsið sær til kenda løgreglumannin Jógvan Ósa, sum fór frá vegna aldur í fjør.
Hann sigur at ætlaðu broytingarnar síggja spennandi út og fara uttan iva at lætta um arbeiði hjá politistunum – umframt at borgararnir fara at síggja meira politi á gøtuni.
– Eg var politistur í 37 ár og skal eg siga sum er so er hetta firmaði, sum verður rópt politiið eitt tað mest konservativa í danska ríkinum.
– Vit eru so øðiliga bangnir fyri broytingum og tí er hetta eisini tað firmaði sum hevur framt minst broytingar alt tað eg veit um.
– Men eg dugi ikki at síggja hví politistarnir í Klaksvík og Runavík skulu vera ímóti hesum broytingunum, tí hóast hetta verður framt nú, so vera tað gjørdar leypandi eftirmetingar hvønn ársfjórðing so møguleikar eru at rætta tað sum ikki virkar so væl.
Meira politi á vegnum
– Sambært ætlaðu broytingunum so fer ein poltistur úr Runavík og ein úr Klaksvík at koyra saman á patrulju um kvøldarnar. Hetta merkir at vit fara at síggja politiið úti á vegnum um kvøldarnar og hetta hevur stóran týdning fyri borgararnar í økjunum.
– Við at stilla telefonirnar á støðunum til alarmsentralin í Havn verður tað eisini munandi arbeiðsligari hjá politistunum.
– Sum nú er vera telefonirnar á støðini stillaðar heim til privat telefonina hjá vakthavandi politistinum. Hetta merkir at allar uppringingar koma heim til ein sovandi politist. Tá hann so svarar telefonini gongur ein løta áðrenn viðkomandi er á bylgjulongd við tann sum ringir at melda eitthvørt.
– Á alarmsentralinum eru fólk til arbeiðis alla náttina og koma boðini tí til eitt vakið fólk, sum eg eisini meti hevur stóran týdning.
– So kann vaktin á alarmsentralinum taka avgerð um hetta er nakað sum politiið í Klaksvík skal út til ella um tað kann bíða til teir koma til arbeiðis um morgunin.
– Patruljurnar verða jú eisini mannaðar við einum løgreglumanni úr eysturoynni og einum úr norðoyggjum og tá teir kenna síni øki kemur hetta eisini at virka sera væl.
Náttarvaktin eitt stórt framstig
– Tað sum eg serliga havi fest meg við er at um vikuskiftini fara tvær patruljur at vera á vakt alt samdøgrið. Tá verða tveir politistar á vakt í Klaksvík og tveir í Runavík og er okkurt serligt á vási í Klaksvík ja so kunnu teir boðsenda patruljuni úr Runavík at hjálpa til.
– Samanumtikið haldið eg at her er talan um broyting til tað betra og í øllum førum fara vit nú at síggja politi á gøtuni alt samdøgrið um vikuskiftini. Hetta er eitt sera stórt framstig, sum vit kunnu fegnast um.
– Eg haldið tað vera í fínasta lagið at nú tunnilin er komin at vit útbyggja samstarvið millum støðina í Runavík og støðina í Klaksvík.
– Samskipanin inniber eisini at politistarnir fáa meira frítíð og júst hetta hevur verið ein stóru trupulleiki.
– Sum sagt so skal samstarvið eftir metast hvønn ársfjórðing og tí kunnu leypandi justeringar gerast um okkurt er sum ikki riggar sum tað skal.




