Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Broytingarnar í FC Suðuroy eru gjørdar

Jákup Ósá

Julius Vest Joensen sigur, at FC Suðuroy missir ein leikara og fær fýra leikarar til dystirnar eftir summarsteðgin.

Nakrar broytingar eru gjørdar í FC Suðuroy í summarsteðginum, sigur formaðurin Julius Vest Joensen.

– Sìmun E. Samuelsen er sum kunnugt komin afturat. Og so eru tað tríggir lokalir, ið hava verið uttanlands. Teir eru Reidar D. Joensen, Teitur Tausen og Ingi Poulsen. Vit missa John Thordar Poulsen, sum fer av landinum. Hann verður tó tøkur teir báðar fyrstu dystirnar eftir summarsteðgin, sigur Julius Vest Joensen við Norðlýsið í kvøld.