Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Broytingarnar í vallógini fingið sera óhepna viðgerð

John William Joensen

sigur ein av fremstu valserfrøðingunum í Føroyum, Petur F. Zachariassen, Cand.scient. lektari í stødd/hagfrøði á Fróðskaparsetrinum

– Eg havi ikki vilja luttikið í kjakinum um Føroyar skullu gerast eitt valdømið ella ikki – tí tað er eitt politiskt mál.

– Men eg kann siga so mikið at eg eri sera skuffaður av tí háttinum sum málið er koyrt fram.

– Løgtingsformaðurin hevur av sínum eintingum gjørt broytingar í verandi lóg – soleiðis at vit nú fáa eitt valdømi.

– Hugsað hevur ikki verið um at rætt skeivleikar ella at gera onnur mennandi tiltøk – ísamand við broytingarnar.

Lurtaðu ikki
Petur F. Zachariassen, var ein av teimum, sum vóru í rættarnevndini og greiddu politikarunum frá ymiskum sjónarmiðum.

– Eg má siga sum er, at eg siti við eini kenslu av at politikarar í hesum málinum ikki vilja lurta eftir serfrøði.

– Teir hava tikið eina politiska avgerð – og so má ein bara síggja hvussu tað fer at síggja út eftir at lógin er komin í gildi.

– Eg havi fleiri ferðir víst á at ynskiligt var at eitt sperrimark kom í lógina og spurningurin um hvussu vit skullu stillað upp er eisini púra óviðgjørdur – og her eru nógvir møguleikar.

– Eg haldi tað vera spell, at man politiskt hevur trýst eitt so tíðandi mál ígjøgnum skipanina og tað er ikki sørt at ein hevur hug at ilskast inn á hetta.

Harleyfacadeacryl