Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Brúgvin, eftirskúlin í Skálavík hevur nú 2 ½ ár á baki

Jóhann Lützen

Brúgvin, eftirskúlin í Skálavík hevur nú 2 ½ ár á baki og hevur hetta verið fantastiska spennandi og mennandi fyri bæði ung og vaksin.

 

Í løtuni eru vit á ferð kring landið, har vit greiða nærri frá hvat tað merkir at ganga á eftirskúla í Skálavík og hvat tú kanst vænta at fáa við tær heimaftur.

Brúgvin er eitt 10.flokks tilboð fyri øll, sum ynskja eitt øðrvísi og spennandi ár.

Danskar kanningar vísa, at eitt ár á eftirskúla, mennir hin unga upp til 7 ár.

 

Umframt at hava tær vanligu lærugreinarnar, so hava vit ymsar vallæru- og áhuga lærugreinar. Afturat tí hava vit spennandi vitjanir og vitja ymsa staðni kring landið.

Hetta er við til at geva næmingunum størri innlit í samfelagið, sum vit eru ein partur av.

Námsferðin hesuferð verður til 3 stórbýir í Evropa; Keypmannahavn, París og Rom.

Her fær hin ungi upplivingar fyri lívið og sleppur eisini at síggja arbeiðir, har menniskju gera ein mun í samfelagnum.

Okkara motto er at brynja tey ungu enn betur til lívið og at geva teimum amboð til lívsins amboðskassa.

 

Brúgvin er staðsett í Skálavík, sum er ein sera náttúruvøkur bygd og tað fáa vit dagliga gleði av.

Tilmeldingin til komandi ár er opin og fyrstu næmingarnir eru komnir inn.

Vit gleða okkum til nógvar umsøkjarar frá øllum landinum, nú tað verður koyrandi av Gl Rætt komandi skúlaár.

 

Í kvøld kl 19:30 koma vit til Klaksvíkar, har tú kanst fáa meiri at vita um okkum og møguleiki verður at seta spurningar. Næmingar koma eisini at fortelja frá lívinum á Brúnni.

 

Meira sæst á heimasíðu okkara www.brugvin.fo