Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Brúgvin: Vit eru ógvuliga kedd og góðtaka als ikki slíkt

Jóhann Lützen

Leiðslan fyri eftirskúlan Brúgvin í Skálavík hevur sent út tíðindaskriv í samband við tíðindini um kynsligan ágang á skúlanum, sum Norðlýsið skrivaði um ígjár

Leiðslan skrivar í gjár á heimasíðuni hjá skúlanum:

 

Seinnapartin í dag 18. februar boðaðu fjølmiðlarnir frá, at mál um kynsligan ágang er meldað á eftirskúlanum Brúgvin. Vit kunnu vátta, at vit hava fráboðað eitt mál til løgregluna 13. februar. Málið snýr seg um eitt starvsfólk og ein næming. Starvsfólkið er burturvíst av skúlanum. Øll foreldur vórðu kunnað eftir fráboðanina. 

Málið verður nú kannað, og tískil vita vit ikki meir í løtuni. 

Vit eru ógvuliga kedd um støðuna og góðtaka als ikki slíkt. Leiðsla, lærarar og starvsfólk taka støðuna í størsta álvara, og gera alt vit kunnu fyri, at næmingar og foreldur skulu kenna seg trygg. Vit ynskja, at Brúgvin skal vera eitt trygt stað. 

Leiðslan 

Erika Winther, skúlaleiðari 

Hjørdis H. Petersen, stovnari og skúlastýrisformaður 

Harleyfacadeacryl