rá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið farið 1,1 prosent niður. Tað eru príslækkingar í nýtslubólkinum býli, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Rentan á íbúðalánum er farin 23,3 prosent niður, og prísurin á brenniolju til húsarhald er lækkaður 2,6 prosent. Samanlagt er býliskostnaðurin farin 8,3 prosent niður.
Frá øðrum ársfjórðingi í fjør til annan ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið farið 1,1 prosent niður.
Tað eru príslækkingar í nýtslubólkinum býli, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Rentan á íbúðalánum er farin 23,3 prosent niður, og prísurin á brenniolju til húsarhald er lækkaður 2,6 prosent. Samanlagt er býliskostnaðurin farin 8,3 prosent niður.
Prísirnir eru eisini lækkaðir í fleiri øðrum nýtslubólkum. Klædnaprísirnir eru lækkaðir 2,6 prosent, samskiftisprísirnir eru farnir 0,6 prosent niður, og príslækkingin í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur hevur verið 2,1 prosent.
Mesti prísvøkstur seinasta árið hevur verið í nýtslubólkinum hotel og matveitarar, 2,8 prosent.
Prísirnir á matvørum – samanlagt – hava so at siga staðið í stað seinasta árið. Mestu broytingarnar eru, at fruktin er dýrkað, og drekka er vorðið bíligari.




