Veðrið hevur verið stak vánaligt tað sum farið er av hesum túrinum, men vit hava havt onkrar góðar dagar.
Soleiðis ljóða tíðindini frá Atlantic Navigator ídag. Teir hava um 400 tons av surimi inni og um 100 tons av mjøli eftir at hava verið til fiskiskap í 12 dagar.
Ídag hava vit um 18 metrar um sekundið og veðurmenninir spáa storm, so tað sær ikki so væl út fyri veðrinum. Men hinvegin kunnu vit ikki klagað um fiskiskapin, hóast lítið var at fáa í gjár og eisini ídag, men gjøgnumgangandi hevur fiskiskapurin verið omanfyri meðal. Tað vísir seg nevniliga at svartkjafturin spjaðist meira yvir eitt størri øki, tá illveður er og tí kann roknast við at um veðrið hevði verið til vildar, so hevði verið fitt at fingið.
Tey umborð á Atlantic Navigator siga annars at alt er væl umborð og at øll hava tað gott og lata heilsa heima.
Navigator er saman við hinum føroysku skipunum einar 40 fjórðingar í ein landnyrðing úr Fugloynni.




