Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

BUBU letur Silvalandið upp við einum braki !!!

Danial Viðoy

TÍÐINDASKRIV FRÁ BUBU: BUBU hevur í alt summar fyrireika seg til stóru løtuna, tá ið hann saman við bólki sínum, BUBU BAND vitjar á Silvalandinum á ársins Summarfestivali

Løgini, sum hava runga heima hjá flestu ommun, abbun og foreldrum í Føroyum seinastu árini, síðani BUBU byrjaði at geva út og leggja út sítt tilfar, eru á skránni – umframt eisini nýggjast og sera væl umtótki Indianarasangurin hjá BUBU.

Konsertin sum verður í Badmintonhøllini byrjar kl 18.00 við einari upphitan av kendum barnastjørnum, áðrenn so BUBU fer á pallin við fullum útblástri.

BUBU letur heilsa og sigur at hann gleðir seg mega nógv, til at syngja, skemta og fjasa við børnunum…