Vit fara at byggja okkum ein flaka úr raftum og tunnum, tá hann er liðugur so flota vit hann, og har skulu vit búgva, sova, matgerða og uppihalda okkum.
Ein bólkur frá KFUM & K Skótinum í Klaksvík, fer eina uttanlanda ferð til Kina í Desember 2008. Sum vera man, kostar at fara til Kina.
Vit hava havt ymisk tiltøk, og tað næsta ið vit fara undir, kalla vit “Búgva á flaka í eitt vikuskifti” . Tað er sum tað ljóðar. Vit fara at byggja okkum ein flaka úr raftum og tunnum, tá hann er liðugur so flota vit hann, og har skulu vit búgva, sova, matgerða og uppihalda okkum.
Fyri at samla pening inn, gera vit ein ørðvísi lutaseðil, hesin lutaseðil er eitt “spurnarblað” har ið tú kanst, verða við í lutakastinum um nógvar góðar vinningar.
Vit fara at ganga hús í hús at geva spurnarbløð út og taka í móti spurnarbløðunum sum tit hava svara uppá.
Gingið verður bert í norðuroyggjum.
Um tað gongur eftir ætlan, fara vit út á vánna við flakanum fríggjakvøldið 18 Juli.
Víð skótakvøðu KFUM & K Skótarnir




