Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búi er besti U21 leikarin í málum/uppleggum

Jákup Ósá

Vit hava hugt eftir, hvørjir U21 leikarar standa seg best í Effodeildini.

Vit hava hugt eftir, hvørjir U21 leikarar standa seg best í Effodeildini.

Tað eru fimm U21 leikarar(føddir í 1996 ella seinni), sum hava skorað og/ella lagt upp til 6 mál ella fleiri. Tann vandamiklasti U21 leikarin í føroysku kappingini higartil er Búi Egilsson úr TB/FC Suðuroy/Royn. Hann hevur skorað 7 mál og lagt upp til 3 mál. Teir báðir næstu á listanum eru Benjamin Heinesen úr B36 og Jóannes Bjartalíð úr KÍ. Teir hava skorað/lagt upp til 8 mál. Aftanfyri teir koma NSÍ leikararnir Jann Benjaminsen og Petur Knudsen við 6 málum/uppleggum.

Topp 5 fyri U21 leikarar í málum/uppleggum

1. Búi Egilsson (TB/FC Suðuroy/Royn)10 mál/upplegg 

2. Benjamin Heinesen (B36)8 mál/upplegg 

3. Jóannes Bjartalíð (KÍ)8 mál/upplegg 

4. Jann Benjaminsen(NSÍ) 6 mál/upplegg 

5. Petur Knudsen (NSÍ)6 mál/upplegg 

Jann best í mun til minuttir

Í mun til spælitíð, so eru NSÍ leikararnir teir bestu av teimum, ið hava skorað/lagt upp til minst 6 mál. Bæði Jann Benjaminsen og Petur Knudsen hava sitið nógv á bonkinum í ár. Jann er U21 leikarin við fæst minuttum pr. mál/upplegg.

1. Jann Benjaminsen (NSÍ) 62 minuttir pr. mál/upplegg

2. Petur Knudsen (NSÍ) 90 minuttir pr. mál/upplegg

3. Búi Egilsson (TB/FC Suðuroy/Royn) 122 minuttir pr. mál/upplegg

4. Benjamin Heinesen (B36) 152 minuttir pr. mál/upplegg

5. Jóannes Bjartalíð (KÍ) 155 minuttir pr. mál/upplegg

Mynd: Bjartur Vest