Skal Tórshavnar Kommunan rinda fyri at ein privat fyritøka fær atgongd til okkara vegakervi?
Skal Tórshavnar Kommunan rinda fyri at ein privat fyritøka fær atgongd til okkara vegakervi?
Um Skálafjarðartunnilin verður gjørdur sum Kári P. Højgaard og samgongan ætla, fer tað at hava við sær økta ferslu. Tað gevur ikki bara inntøkur til privatu eigararnar – tað hevur eisini við sær útreiðslur fyri Tórshavnar Kommunu, hvørs vegakervið kemur undir størri trýst.
Hvør skal gjalda fyri hetta? Borgararnir í Havn? Ella tey, sum fáa inntøkurnar av hesum privata tunnli?
Henda spurning mugu vit í Tórshavnar Kommunu náttúrliga seta okkum. Sjálvur helli eg til krevja bummgjald frá teimum, sum fara at nýta nýggju privatu farleiðina.
Ferðslan runt í Havnini er ikki optimal. Landsverk hevur heldur valt at prioritera aðrastaðnis í landinum hóast ferðslan onganstaðni er so nógv sum júst í Havn.
Íbindingarvegurin til nýggja tunnilin er omanfyri Hoyvíkina har Tórshavnar Kommuna hevur gjørt alt vegakervið, sum kommunan skuldi gera, men arbeiðið er steðgað upp av Landsverki og kemur tískil ikki víðari.
Henda farleið er alneyðug fyri at hava trygga ferðslu í høvuðstaðnum.
Eingin vági
Tað tykist eisini løgi, at vit vit lóggeva, fyri at útlendingar ikki skulu eiga í okkara alivinnu og fiskivinnu. Hetta eru vinnur við sera høgum vága. Men samstundis vilja vit geva útlendingum ta bestu og tryggastu íløguna – við ongum vága!
Eg haldi sjálvur, at allir tunnlarnir skuldu blivið lagdir í eitt felag, kanska eisini saman við, Standfaraskipum Landsins, soleiðis at vit øll í Føroyum gjalda fyri okkara samferðslu, og á samhaldsføstum grundarlag kundu útbygt farleiðina til Sandoynna og víðari til Suðuroyar.
Ístaðin velja vit at hava fleiri nevndir, stóra og dýra umsiting – og nu ein púra privatan tunnil eisini…
Sambært keldum í Dimmalætting kemur nýggi tunnilin at kosta føroyska samfelagnum 2,5 milliardir. Enn einaferð skulu vit gjalda fyri sera vánaliga politiska stýring. Og hvør rindar? Vanligi borgarin!
Men vit í Havn rinda mest, tí tað eru vit, sum rinda fyri økta trýstið á vegirnar. Vit skulu altso rinda, fyri at eitt útlendskt felag kann tjena. Tað hongur ikki saman.




