Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bummgjald ella ikki

Jóhann Lutzen

Í Noregi eru hópin av vegastrekkjum har heildarspurninguin um bummgjald er eins nógv uppi at venda sum herheima

Í Noregi eru hópin av vegastrekkjum har heildarspurninguin um bummgjald er eins nógv uppi at venda sum herheima.

Í vikuni varð bummgjaldið strika á E16 vegnum við Nybakk í Akershus. Norski samferðslumálaráðharrin var sjálvur við og festi klisturbandi yvir skeltið og sostatt er ókeypis at koyra eftir teininum.

– Tað er altíð gott at strikað bummgjøld. Her eru tað bilførararnir, sum skulu hava æruna, tað eru teir sum hava niðurgoldið skuldina segði norski samferðslumálaráharrin Ketil Solvik-Olsen

Íløgan er niðurgoldin 5 ár áðrenn tið, og nú fáa bilførararnir gleðina av at koyra ókeypis.

– Tað hevur stóran týdning, bæði fyri tey sum ferðast regluliga aftur og fram, og ikki minst fyri vinnulívið, at kostnaðarstøði lækkar, sigur Ketil Solvik-Olsen

Les meira her