ÚR NORDLYSID.FO 30. JANUAR: Eg eri ikki í iva um at lógirnar sum í dag eru galdandi fyri Norðoya- og Vágatunilin púra greitt siga at feløgini skulu avtakast og latast landinum at umsita tá lánsgjøldini eru afturgoldin. Tað hevði eisini verið tað sama sum at gjørt mismun á borgarum, um lokala ferðslan í Norðoyggjum og í Vágum skuldi fíggja landskassans part, sum frammanundan er innkravdur skattapeningur frá øllum landsins borgarum, har landskassin alla aðra staðni við sínum íløgum í landsvegir, brýr og tunlar, onki serstakt nýtslugjalds hevur kravt, hetta sigur Bjørn á Heygum, í løgfrøðiligari greining.
ÚR NORÐLÝSINUM 30. JANUAR: Eg eri ikki í iva um at lógirnar sum í dag eru galdandi fyri Norðoya- og Vágatunilin púra greitt siga at feløgini skulu avtakast og latast landinum at umsita tá lánsgjøldini eru afturgoldin. Tað hevði eisini verið tað sama sum at gjørt mismun á borgarum, um lokala ferðslan í Norðoyggjum og í Vágum skuldi fíggja landskassans part, sum frammanundan er innkravdur skattapeningur frá øllum landsins borgarum, har landskassin alla aðra staðni við sínum íløgum í landsvegir, brýr og tunlar, onki serstakt nýtslugjalds hevur kravt, hetta sigur Bjørn á Heygum, í løgfrøðiligari greining.
Í løgfrøðiligari greining sum er skrivað tann 29. Januar 2014, skrivar Bjørn á Heygum advokatur m.a.:
…. Spurningurin er nú um útveganarkostnaðurin meinast við samlaða kostnaðin ella bert fevnir um tann partin av kostnaðinum, sum er útvegaður við láni, uttan partapening/ábyrgdarpening frá landinum.
Í viðmerkingunum stendur bert, at tað almenna fær ognarrættin til samlaða anleggið tá íløgan er fult útgoldin.
Her stendur bert “íløgan” og ikki nærri hvat meinast víð íløgan, harundir um talan er um samlaða nýtsluna av peningi íroknað partapeningin frá landinum, ella bert lánsfíggjaða partin av peninginum, sum er brúkt til íløguna…
… Tá hesin spurningur ikki er nóg væl greiddur í nevndu reglu, er neyðugt at leita aðrastaðni í lógini og viðmerkingunum til lógina, fyri at koma fram til rætta tulking av hesi áseting í lógini.
Eyðsæð er, at nýtslugjøldini verða ásett til tess at fáa fremmanda fígging og gera tunnilsfelagið ført fyri at halda sínar skyldur og afturrinda lánini……
… Undir fíggjarligum avleiðingum fyri landið er viðmerkt, at leiðsla felagsins um hetta mundi arbeiddi við eini íløguætlan uppá 330 mió. Kr. og er hetta uttan fíggjarkostnað, byggirentu og MVG. Partur av hesi upphædd, skal tó fíggjast við bummpengainntøkum, so landskassans partur verður tilsamans 225 mió. Kr. ….
…… Undir viðmerkingunum til §3 stendur, at ætlanin er, at nýtslugjøldini skulu fíggja bæði afturgjaldingina av lánunum til byggingina og raksturin av vegunum og tunlinum.
Onki stendur um at nýtslugjøldini skulu fíggja nakað annað!
Ætlan felagsins er, at hesi nýtslugjøld skulu vera av eini stødd, sum ger, at felagið hevur ráð at afturgjalda rentur og avdráttir til lánistovnarnar, umframt at kunna gjalda rakstur og viðlíkahald av anlegginum. Eisini skulu nýtslugjøldini gera felagið ført fyri at konsolidera seg rímuliga væl.
Seinni stendur soleiðis at tað um hetta mundi var ógjørligt at meta um hvussu stór nýtslugjøldini fóru at verða, tí samlaði íløgukostnaðurin fer at avgera tað.
Tað er síðani ein sannroynd, at nýtslugjøldini ikki eru ásett í mun til samlaðu íløgukostnaðin, men í mun til loypandi kostnaðin av lánunum og rakstrinum.
Grundað á hesa fyritreytir er greitt, at samlaði íløgukostnaðurin í viðmerkingunum er avmarkaður til lánsfíggjaða partin av íløguni.
Út frá hesum kann síðani staðfestast, at ongin ætlan hevur verið – ella fyribils er – um at afturrinda Landinum kostnaðin av at seta partapening í felagið.
Tá tað somuleiðis er tilskilað í viðmerkingunum, og henda orðing er nýtt nevniliga: “At partur av hesi upphædd, skal tó fíggjast við bummpengainntøkum”, so landskassans partur verður tilsamans 225 mió. Kr, so er tað bert hesin partur, sum skal fíggjast við bummpengum – og ikki landskassans partur!
Við øðrum orðum, so er útveganarkostnaðurin í § 1 stk. 3 at javnmeta við lánsfíggjaða íløguna, og tá hendan er afturgoldin, skal alt anleggið uttan viðurlag avhendast Landinum til ognar.
Ikki rætt at gera mismun á borgarum
Bjørn á Heygum advokatur endar sína løgfrøðiligu útgreining av lógunum fyri Norðoya- og Vágatunnilin við at staðfesta hetta:
…… At enda skal viðmerkjast, at tað vildi eisini verið tað sama sum at gjørt mismun á landsins borgarum, um lokala ferðslan í Norðoyggjum og í Vágunum skuldi fíggja landskassans part, sum frammanundan er innkravdur skattapeningur frá øllum landsins borgarum, har landskassin alla aðrastaðni við sínum íløgum í landsvegir, brýr og tunlar, onki serstakt nýtslugjald hevur kravt.
Viðv. Fíggjarligu støðuni eftir yvirtøkuna, so stendur í viðmerkingunum, at felagið ber rakstrarkostnaðin av tunlinum til hesin verður avhendaður landinum til ognar. Landskassin yvirtekur tá rakstrarútreiðslurnar av tunlinum, sum um hetta mundi vóru mettar til 5 – 6 mió. Kr. árliga.
Landið kemur hevið at bera allar rakstrar- og viðlíkahaldsútreiðsljur av hesum tunlum á sama hátt sum av øðrum tunlum, so sum Hovstunlinum, Norðskálatunlinum v.m. uttan at serstakt nýtslugjald kann innkrevjast í hesum sambandi…..
Øll útgreiningin hjá Bjørn á Heygum advokati kann lesast her (PDF-fíla)
LES EISINI hvat Jógvan Páll Lassen advokatur sigur um lógina um Norðoya- og Vágatunnilin




