Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bummgjøld og samhaldsfestni

Oliver Joensen

Tað verður á leið 40% hægri bummgjald í Eysturoyar tunnlinum orsakað av at bummgjaldið eisini skal fíggja Sandoyartunnilin. Borgarar í norðuroyggjum, skullu nevniliga fíggja Eysturoyar og Sandoyartunnilin.

Vaksin fólk flest minnast vøggutíðina hjá føroysku undirsjóvartunlunum. Hørð orrusta var ímillum politiskar undangongumenn um tað var ørskapur ella ikki at fara undir slíkt vágaverk sum at gera tunlar undir føroysku firðirnar.

Ógvusligasta mótstøðan kom úr høvuðsstaðnum, har kanska helst sambandsflokkurin var harðastur ímóti. Fyrsta uppskotið var nevniliga at gera ein tunnil ímillum Borðoynna og Eysturoynna.

Vesturi í Vágunum tendraðist eisini áhugin fyri einum tunli har. Í Norðoyggjum bleiv sannað, at tað fór at vera nærum vónleyst at fáa ein meiriluta á tingi fyri eini so stórari íløgu ímillum Klaksvík og Lorvík. Tí gingu tingmenn í Norðoyggjum saman við Vágatingfólkum, um fyrst at arbeiða fyri tunlinum til Vágar. Mett var nevniliga, at tá var helst ein møguleiki fyri meiriluta á tingi, tí høvuðsstaðarfólkið hevði brúk fyri flogvøllinum, fiskinum í Norðoyggjum hugdu tey valla at. Og tað helt. Vágatunnilin bleiv veruleiki og aftaná Norðoyatunnilin við stuðuli vestanífrá. Tó, skrivstovan mátti liggja í Havn(?).

Vágatunnilin er nú útgoldin, men framvegis gjalda vágafólk fyri ferðing aftur og fram. Norðoyatunnilin verður eisini skjótt útgondin og tá verður áhugavert at síggja hvat fer at henda, tí lovað var fólkinum í Vágunum og Norðuroyggjum, at tá tunlarnir vórðu afturgoldnir, so skuldu teir undir vanliga vegakervið og gjaldið skuldi burtur. Nú hesar báðar stóru almennu íløgurnar skjótt eru afturgoldnar báðar, er helst ikki langt ímillum fólkið suðuri á landið, ið lítið og onki hevur goldið av hesum bummgjøldum.

Nú er so triðja stóra undirsjóvar tunnils verkætlanin í stoypiskoyðini. Í Norðlýsinum er komið fram, at tað hjá Norðoyingum verður dýrt at koyra ígjøgnum. Somikið dýrt, at tað fer at loysa seg at koyra eftir gomlu farleiðuni heldur enn gjøgnum tunnilin, og ein orsøk er, at Norðoyingar við bummgjaldi tann vegin, umframt at gjalda eysturoyartunnilin, eisini skulu gjalda Sandoyartunnilin.

Tað verður á leið 40% hægri bummgjald orsakað av at bummgjaldið eisini skal fíggja Sandoyartunnilin.

Nú sóknast vit eftir at okkara politikarar, ið so ráðisliga tosa um samhaldsfestni, tá ið ræður um inntøkur, til okkara samfelag, frá reiðara og virkisvirksemi ræður, at teir eisini eru líka samhaldsfastir, tá ið um vanliga tunnilsbrúkaran ræður. Nú kann altso vera nóg mikið, nú má ein samhaldsføst skipan finnast at fíggja okkara undirkervi.