Varpið er karmur um landbúnaðarráðstevnuna í ár, byrjað varð kl 10 og hildið verður á til kl 18 í kvøld
Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu hevur júst sett ársins landbúnaðarráðstevnu.
Høgni Hoydal landsstýrismaður í landbúnaðarmálum legði síðani fram landbúnaðarpolitikkin, sum hann væntar at leggja fyri tingið skjótt. Tá Høgni varð liðugur at leggja fram fekk hann eina gávu frá Jóhan Jógvansson, bónda, og tað til miklan róm í rúminum. Høgni fekk ein písk og ein posa av gularótum.
Tróndur Leivsson, stjóri á Búnaðarstovuni hevur tosa um viðurskifti, sum eru frammi í okkara grannalondum nú viðvíkjandi framtíðar landbúnaðarpolitikki.
Fleiri framløgur eru á skránni gjøgnum dagin til pallborðsfundin kl. 16, tá kjakast verður um landbúnaðarpolitikk fyri Føroyar.
Fundarstjóri og orðstýrari: Jón Brian Hvidtfeldt
- Høgni Hoydal, Landsstýrismaður
- Jens Ivan í Gerðinum, Landbúnaðarráðgevi á Búnaðarstovuni
- Sigert Patursson, Bóndafelag Føroya
- Gutti Winther, verkætlanarleiðari
- Heidi Holm, verkætlanarleiðari
- Snorri Patursson, Fólkaheilsustýri















