Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búnaðarstevna fyrst í komandi ári

Danial Viðoy

Í 2014, varð skipa fyri einari landbúnaðarráðstevnu í Klaksvík, har fokus varð sett á føroyskan landbúnað. Ráðstevnan var sera væl eydna og nógv fólk luttóku. Nú verður væleydnaða ráðstevnan endurtikin.

Stigtakarnir avgjørdu at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak, har fólk við serligum áhuga fyri føroyskum landbúnaði kunnu hittast, og fáa eina breiðari fatan av virkseminum innan føroyskan landbúnað.

Landbúnaðarráðstevnan, sum frameftir fær heiti “Búnaðarstevnan” verður tann 24. januar 2015, í Ósáskúlanum í Klaksvík.

Ráðstevnan 2015 kemur serliga at leggja dent á ætlanir um einskiljing av landsjørðini og um seyðahald, ferðavinnu og annars tað sum er tengt at landbúnaðinum í Føroyum.

Ráðstevnan endar við einum pallborðsfundi, har allir teir politisku flokkarnir eru umboðaðir. Fundurin verður skipaður sum ein kjakfundur, har møguligt er hjá fólki í salinum, at seta fram viðkomandi spurningar til pallborðsluttakarnir.