Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bush hevur hildið lyftini hann gav amerikansku tjóðini

John William Joensen

Í dag eru sjey ár liðin síðan amerikanska tjóðin varð álopin og fleiri túsund amerikanarar lótu lív í World Trade Center – Hóast føroyingar luttaka beinleiðis í stríðnum og eru í bardaga – so hava hesi onga viðurkenning fingið frá løgmanni og føroysku tjóðini. Tey verða hinvegin heldur tagd burtur ella viðfarin sum serlig tilfeldi???

Amerikanski forsetin George Bush, lovaði eftir álopini tann 11. september, at hann fór at gera alt sum stóð í hansara makt fyri at forða fyri, at slík álop hendu aftur.

Síðani feigdardagin fyri sjey árum síðan – hava amerikanskar deildir saman við sameindum NATO deildum – verið í bardaga í Afganistan, Pakistan og Irak.

Harumframt eru trygdarskipanir og eftirlit innanlendis í USA og øllum vesturheiminum fullkomuliga umskipað.

Hóast politiskar ósemjur og kjak um hvørt tað var rætt at leypa á IRAK ella ikki – so hava NATO londini staðið saman í stríðnum móti yvirgangið – eisini danska tjóðin hevur herðmenn – sum berjast í Afganistan.

Føroyingar eru eisini partar av sameindu deildunum, sum seinastu sjey árini hava jagstra al-quada um allan heim.

Al-Quada hevur seinastu sjey árini ikki megnað at gjørt eitt einasta álop í USA.

——————–

Vit hyggja í stuttum aftur á tað sum er hent síðan 11. september, fyri sjey árum síðan, tá Amerikanski forsetin lovaði at fylgja teimum sum stóðu aftan fyri álopini líka til dyrnar inn í sjálvan Helheim.

* 50 milliónir fólk eru fríðaði og tvey einaræðisstýrir eru burtur.

* Al-Quaeda er í dag ein felagsskapur sum er í verjustøðu og er hartkroystur síðan hermótið var flutt úr vesturheiminum til frístaðirnar í m.a. Afganistan – har felagskapurin hevði frítt at fara áðrenn 11. september.

* Seinastu sjey árini hevur Al-Quada ikki megnað at framt eitt einasta álop í USA.

* Amerikansku herðdeildirnar eru í dag spesialiseraðar til bardagan móti Al-Quaeda og øll NATO skipanin er í dag før fyri at stríðast á øllum frontum móti slíkum felagsskapum.

* Undan 11. september var sera avmarkað hvat fregnartænastur vistu um Al-Quaeda líknandi felagsskapir – men í dag verða handtøkur dagliga framdar av limum í felagsskapinum og øðrum líknandi felagsskapum.

* Amerikanska tjóðin hevur í dag stovnar og ráð sum burtur av ráðgeva stjørnini í spurningum viðvíkjandi møguleikum og vandum fyri terror-álopum.

* USA hevur gingið á odda allastaðir í heiminum fyri at berjast móti terrorfelagsskapum. Baði fíggjarliga og herðnaðarliga.

* Hundratals Al Quaeda limir eru fangaðir ella dripnir – herímillum teir sum stóðu aftanfyri álopini á World Trade Center.

* Amerikansar og Nato herðdeildir hava fanga leiðandi Al-Quaeda limir kring allan heim.

—————

Tað var amerikanski forsetin sum gav boð um at gera innrást í Afganistan og IRAK – Við hesum eydnaðist tað sameindum herðliðum at jagstra Al-Queda í økjum har teir annars hava havt frítt at fara. Serstakliga í Anbar landslutinum har høvuðsstøðin hjá Al-queda var í mong ár.

Í dag eru 90 lond beinleiðis partar í stríðnum móti Terror saman við amerikansku tjóðini og eru hesi lond úr Evropa, miðeystri, Asia, Afrika og Latín Amerika. Tætt samstarv er millum londini – politiskt, hernaðarliga og ikki minst á fregnartænastu økinum – og samstarvið hevur verið ein sólskinssøga hóast talan eisini.

Amerikanski forsetin hevur sett umleið 180.000 fólk í starv á nýggjum stovni sum burtur at tekur sær av at samskip trygdarviðurskiftini á amerikanska meginlandinum og at samskipa altjóða samstarvið og kríggi móti yvirgangi. Saman við FBI, CIA, og lokalum myndugleikum eru 66 miðdeplar settir á stovn, sum burtur av taka sær av at samskipað stríði móti terror.

Saman við kongressini og undirhúsinum hevur amerikanski forsetin sett hópin av lógum i verk sum hava kollvelt stovnar – fregnartænastur og hava hert eftirlitið innan og uttanlanda.
Eisini eru nógv av tilmælunum frá serligu 9/11 nevndini sett í verk.