Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búskaparfrøðingar rúkandi ósamdir um búskapin

Helgi Abrahamsen

“Eg skilji ikki hvat endamálið var við hasum innslagnum.” Tað sigur Ólavur Christiansen, skrivari í búskaparráðnum um innslagið í Degi og Viku í gjárkvøldi

“Eg skilji ikki hvat endamálið var við hasum innslagnum.” Tað sigur Ólavur Christiansen, skrivari í búskaparráðnum um innslagið í Degi og Viku í gjárkvøldi, har Hermann Oskarsson, búskaparfrøðingur, segði sína hugsan um føroyska búskapin.

Eftir at bæði Búskaparráðið, løgmaður, fíggjarmálaráðharrin, Landsverk og Tjóðbankin hava mælt til at halda aftur við almennu íløgunum, segði Hermann Oskarsson, at hann var ikki samdur við teimum.

“Sig mær hvat tað merkir, at ferðin er ov høg, og at búskapurin er upphitaður? Eg hoyri bara hasi orðini, men eingin av teimum sigur mær, hvat tað merkir, og hvat er galið við tí,” segði Hermann Oskarsson.


Búskaparráðið heldur fast við sítt

Ólavur Christiansen er als ikki í iva um, at føroyski búskapurin kann verða á veg ímóti upphiting í løtuni, og at neyðugt er at halda aftur við almennum íløgum.

“Eingin hevur tosað um at fínstýra konjunkturunum við fíggjarpolitiskum inntrivum o.s.fr., tí øll eru samd um, at tað er trupult, tí har eru so nógvir ókendir faktorar,” sigur hann.

“Men tað er heilt nakað annað, at mælt verður frá, at allar íløgurnar verða gjørdar samstundis,” sigur hann.


Hava góð hagtøl

Hermann Oskarsson vísti eisini á í innslagnum í Degi og Viku, at nýggjasti tjóðarroknskapurin er frá 2013 og at restin tí eru gitingar. Tað hevur Ólavur Christiansen ilt við at skilja.

“Tað er rætt at tjóðarroknskapartølini eru óviss, men vit hava gjørt framrokningar eftir einum ávísum modelli, og vit hava eisini onnur hagtøl, sum vit hyggja eftir so sum lønargjaldingar og nógvir aðrir indigatorar sum eru dagførdir til dagin í dag” sigur Ólavur.

“Vit hava á ongan hátt verið bundin av tjóðarroknskapinum fyri at kunna meta um konjunkturarnar,” sigur hann.

Hermann Oskarsson segði í Degi og Viku, at búskapurin hevur tað best, tá hann fær frið.

“Eg veit ikki hvat hann vil siga við tí, ella hvat hann meinar við tá hann sigur, at fólk hava tað gott,” sigur Ólavur Christiansen.

“Vit meina framvegis at ráðini eru at fylgja ráðunum frá Búskaparráðnum og Tjóðbankanum um at halda aftur við íløgunum. Vit fáa gjørt góðar búskaparfrágreiðingar við teimum tølunum, sum vit hava – hóast onkur hagtøl mangla,” sigur hann.


Ósamdir um frágreiðingina hjá Tjóðbankanum

Hermann Oskarsson fanst í Degi og Viku at frágreiðingini hjá Tjóðbankanum, sum hann kallaði “amatøraktiga”. Hann segði at frágreiðingin gevur ikki rætta mynd av búskapinum.

“Frágreiðingin brúkar skeiv tøl til skeivar niðurstøður, so har er ringt skil,” segði hann.

“Har eri eg ikki samdur,” er stutta svarið frá Ólavi Christiansen.

Funnist verður ofta at politikarum, tí teir lurta ikki eftir serfrøðini, men onkuntíð blívur tað ein spurningur, hvørjum serfrøðingi lurtast skal eftir.