Útnorðurráðið heitir á landastýrini í Íslandi, Føroyum og Grønlndi um at taka upp til nýggja viðgerð, tvørleikarnar, ið tálma fríum handli ímillum tey trý londini. Útnorðurráið heitir á tey trý landastýrini um gera eina fríhandilsavtalu, soleiðis at londini kunnu grast eitt búskaparøki. Tí eigur at vera tikið við, tá samráðingar eru um at endurnýggja altjóða handilsavtalur, at hugsað verður um at geva rúmd fyri fríum handli í Útnorði.
Hetta kom fram á temafundinum hjá Útnorðurráðnum, sum var fyriskipaður á Sandoy í Føroyum í døgunum 21. Til 24 januar, har útivið 20 serkøn fólk úr teim trimum londunum luttóku við fyrilestrum um møguleikarnar hjá teim trimum Útnorðurlondunum at arbeiða neyvari saman.
Øll vóru samd í, at tað var sera umráðandi at styrkja samarbeiðið á handilsøkinum í Útnorði og at eitt slíkt átak vildi vera til gagn fyri øll londini. Ráðið heldur, at ein umráðandi liður í hesum vildi verið, at løndini gjørdu eina semju um frían handil av vørum, tænastum og kapitali, og eisini at tær forðingar sum eru í handilshøpi vera viðgjørdar av nýggjum landana millum.
Í ráðnum sita íalt 18 limir, 6 úr hvørjum parlamenti. Nevndin er mannað av Unnur Brá Konráðsdóttir altingslimu, og varaformonnunum Lars Emil Johansen , ið er formaður fyri Grønlands Inatsisartut og Bill Justinussen, løtingslimi.
Umframt Bill Justinussen, sita í Útnorðurráðnu løgtingslimirnir Edva Jacobsen, Brandur Sandoy, Gunvør Balle, Henrik Old og Kári P. Højgaard.




