Búskaparráðið hevur í dag skipað fyri evnisdegi í Gamla Seglhúsi í Klaksvík.
Endamálið við evnisdegnum var at viðgera ymisk viðurskifti í sambandi við at fleiri øki eru løgd út til kommunurnar at umsita. Serliga tað at kommunurnar standa fyri einum størri parti av føroyska búskapinum fekk nógva umrøðu.
Sverri Hansen, formaður í búskaparráðnum vísti millum annað á, at í Føroyum sær út til at konjunkturviðgangandi politikkur er reglan, hóast tað øvugta kundi verið ynskiligt, og her helt hann, at kommunurnar fara í framtíðini at spæla ein vaksandi leiklut.
“Vit áttu at sett ein “topp” í almennu íløgurnar, sum allir partar skuldu samstarva um at hildið seg innanfyri,” segði hann.
Vit fara at gera meira burturúr evnisdegnum í blaðnum, sum kemur út fríggjadagin.




