Undir yvirskriftini “Búskapurin væl fyri – í løtuni” kunngjørdi Búskaparráðið fríggjadagin heystfrágreiðingina, sum tekur pulsin á búskapinum í løtuni. Hóast arbeiðsloysið er lágt og virksemi stórt, vísir Búskaparráðið á nakrar ábendingar um lægri ferð á búskapinum.
Í tíðindaskrivinum um heystfrágreiðingina staðfestir ráðið, at vøksturin í búskapinum í leypandi prísum er mettur til 8,1% í 2022, 5,9% í 2023 og 1,4% í 2024. Inflasjónin væntast at vera yvir 3% í 2024. Tí væntar Búskaparráðið í roynd og veru, at búskapurin fær eina reala afturgongd í 2024, tá hædd verður tikið fyri prísbroytingum.
Ein av stóru óvissunum í føroyska búskapinum er gongdin í útflutninginum, har tilfeingisvinnurnar fiskivinna og alivinna standa fyri størsta partinum. Og her vísir seinasta kanniningin hjá Hagstovuni, at treystið hjá tilfeingisvinnuni er í stórari minking.

Politisku útmeldingarnar um Russland ávirka treystið
Sambært konjunkturbarometrinum hjá Hagstovuni, eru húsarhaldini við gott mót, og kann tað møguliga skyldast, at tey ikki eru stúrin fyri at missa arbeiðið, nú arbeiðsloysið er so mikið lágt, og vit hava starvsfólkatrot.
Um treystið hjá vinnuni skrivar Búskaparráðið hinvegin:
“Vinnan, serliga tilfeingisvinnan, er hinvegin meira stúrin. Tað kemur millum annað av, at tað higartil í 2023 hevur verður trupult at selja makrelin til matna, at goymslurnar eru øktar, og at vinnan væntar lægri prísir á ymsum fiskasløgum samanborið við høgu prísirnar í 2022. Harafturat kunnu politisku útmeldingarnar um broytingar í fiskivinnusamstarvinum við Russland og óvissurnar um útflutningin til Russlands hava havt sína ávirkan, tá ið kanningin varð gjørd í juni 2023.”
Ov vánalig úrslit á almennu fíggjarlógini
Eisini hartar Búskaparráðið landsstýrið fyri at hava ov vánalig úrslit á fíggjarlógini, nú arbeiðsloysið er so lágt:
Úrslitið á fíggjarlógini metir Búskaparráðið verður -30 mió. kr. í 2023 og -202 mió. kr. í 2024. Tað er lítil ivi í, at hall á fíggjarlógini í 2023 og 2024 ikki er nóg væl frágingið, tá ið føroyski búskapurin framvegis er í vøkstri við metlágum arbeiðsloysi og inntøkuvøkstri í landskassanum. Hetta bæði sæð í mun til konjunkturstøðuna í løtuni og í mun til veksandi avbjóðingina við haldførinum, tá vit fara at gerast munandi fleiri eldri fólk í mun til tey í arbeiðsførum aldri – í so máta átti tað verið stór avlop í 2023 og 2024.

Sostatt eru ráðini ikki góð til at seta í verk øll tey gyltu vallyftini, sum samgongan vann sítt mandat uppá. Velur samgongan haraftrat at herða átøkini mótvegis Russlandi við eitt nú at slíta fiskiveiðusamstarvið í Barentshavinum, verður holið í landskassanum fleiri hundrað milliónir krónur størri.
Jú, gamaní er búskapurin væl fyri í løtuni, men hvussu leingi tann løtan varar avhongur í stóran mun av, hvat politisku myndugleikarnir velja at gera til heystar.


