Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Búskaparráðið leggur eftir sjómonnum

Norðlýsið

Búskaparráðið mælir í seinastu frágreiðingini til at lønirnar hjá manningunum á uppisjóvarskipunum verða settar niður til ímeðal at verða 200.000 kr. um árið. Hetta skal fíggja tveir triðingar av hægri tilfeingisrenti sum sambært Búskaparráðnum eigur at geva landskassanum 397 mió. kr í tilfeingisrentu.

Búskaparráðið mælir í seinastu frágreiðingini til at lønirnar hjá manningunum á uppisjóvarskipunum verða settar niður til ímeðal at verða 200.000 kr. um árið. Hetta skal fíggja tveir triðingar av hægri tilfeingisrenti sum sambært Búskaparráðnum eigur at geva landskassanum 397 mió. kr í tilfeingisrentu.

Á blaðsíðu 70 í nýggjastu frágreiðingini frá búskaparráðnum gongur fram at Sverri Hansen, cand.oecon., Thomas Dam, cand.merc. og Herit V. Albinus, MSc Econometrics and Mathematical Economics, sum mannað ráðið, ætlað at lønirnar hjá manningunum sum sigla við uppisjóvarskipunum skulu minkast 75% og rindast landskassanum, samstundis sum ráðið frá mælir almennar sparingar.

Búskaparráðið skrivar at veruliga lønin sum manningar umborð á uppisjóvarskipunum er 1,5 mió. pr. høvd um árið. Ráðið heldur sum skilst at hetta er púra burtur við og skrivar at vanliga lønin átti at verið 400.000 pr. høvd um árið. Hetta gevur landskassanum 234 mió. kr. í tilfeingisrentu og 163 mió. kr. skulu síðani koma av yvirnormalum kapitalparti.

Sostatt er ætlanin at størsti parturin av tilfeingisrentuni, sum landskassin skal hava skal rindast av manningunum, men her ger búskaparráðið ein roknifeil.

Tí ráðið hevur ikki tikið hædd fyri at flestu skipini í uppisjóvarflotanum sigla í dag við dupultari manning, so verðuliga miðallønin hjá hesum monnum er 750.000 kr um árið og ikki 1,5 mió. Sum stendur skrivað á síðu 70.

TVS. at um landsstýrið og løgting fylgir tilmælinum frá búskaparráðnum verður miðallønin hjá manningum á uppisjóvarskipum ikki 750.000 kr. sum hon er í dag, men 200.000 kr. í miðal.

Samstundis mælir búskaparráðið frá at nerta lønarlagið hjá tí almenna, har m.a. einans aðalráðini leggja 100 mió. kr. beint niður í høvuðsstaðin í lønarútgjaldingum.