Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Búskaparráðið leggur heystfrágreiðingina fram

Jóhann Lützen

Fríggjadagin 1. september 2023 leggur Búskaparráðið heystfrágreiðingina fram. Framløgan verður í Smæruni í Havn klokkan 10.00.

 

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

Limir í Búskaparráðnum eru:

  • Fróði Magnussen, cand.merc., formaður
  • Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
  • Sanna Laksá, PhD í búskaparfrøði
  • Helena Andreasen, cand. merc.aud
  • Johnny í Grótinum, cand. polit.

Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við løgtingslóg løgd til Landsbanka Føroya.