Niðanfyristandandi mynd I 26 vísir almennu íløgurnar frá 1998 til 2015. Keldan til mynd I 26 er Hagstovan (almenna geira roknskapurin) og metingar Búskaparráðsins. Íløgurnar hjá sosialum grunnum og ríkisstovnum eru ikki tiknar við, tí talan er her um so smá tøl.
Niðanfyristandandi mynd I 26 vísir almennu íløgurnar frá 1998 til 2015. Keldan til mynd I 26 er Hagstovan (almenna geira roknskapurin) og metingar Búskaparráðsins. Íløgurnar hjá sosialum grunnum og ríkisstovnum eru ikki tiknar við, tí talan er her um so smá tøl.
Talan er um íløgur samsvarandi tjóðarroknskaparuppgerð, og ikki samsvarandi roknskaparuppgerð. Tjóðarroknskapligu íløgurnar eru størri enn roknskaparligu íløgurnar; ma. er alt Landsverk og viðlíka- hald (herundir alt á standardkonto 15 í landskassaroknskapinum) roknað sum íløgur í tjóðarroknskapinum.
Vit síggja ein týðuligan vøkstur í samlaðu almennu íløgunum í 2014 í mun til 2013. Vit vænta at íløgurnar í 2015 liggja á sama støði sum í 2014. Vøksturin í almennu íløgunum frá 2013 til 2014 stavar serliga frá íløgum landsins og ikki frá íløgum kommunanna. Íløguvirksemi landsins er nógv ávirkað av Marknagilsdeplinum. Íløgur kommunanna hava verið støðugar síðan 2008, men vuksu sera nógv fram til tá. Talan var í ávísan mun um íløgur, sum høvdu ligið á láni frá 90unum. Betringar í fíggjarstøðu kommunanna ávirkaðu eisini íløguhugin.
Kommunurnar yvirtóku eldraøkið í 2015. Nógv bendir á at henda yvirtøka eisini fevnir um eina yvirtøku av einum rímuliga stórum íløgutørvi á eldraøkinum. Íløgurnar á heilsuøkinum hava verið stórar, men væntandi koma demografisku broytingarnar at krevja enn fleiri almennar íløgur
Eins og við almennu nýtsluni (sí mynd I 25) eru gjørdu almennu íløgurnar konjunkturviðgangandi, bæði tá tað snýr seg um land og kommunur (sí mynd I 26 og I 27).
Umráðandi hjá tí almenna er ikki at endurtaka gongdina við almennum íløgum frá 2007 og 2008, um virksemi fer at økjast komandi árini. Skuldarloftið hjá kommunum – at skuldin ikki skal koma upp um eina álíkning – eggjar eyðsæð ikki til miðvísa fíggjarpolitiska planlegging, ið fevnir um allar almennar íløgur. Tølini fyri 2014 og 2015 í øllum myndunum (I 25 til I 27) eru mett av Búskaparráðnum.




