Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Bussførari ivast í trygdini í tunlunum

Helgi Abrahamsen

Ein lúsa eldsløkkjari – tað er tað einasta vit hava í bussunum. Tað er ikki nóg mikið, sigur Rói Ljósheim bussførari.

(Henda greinin stóð í Norðlýsinum í apríl í ár)


Ein lúsa eldsløkkjari – tað er tað einasta vit hava í bussunum. Tað er ikki nóg mikið, sigur Rói Ljósheim bussførari.

“Nú havi eg sæð tað tvær ferðir. Tá eldur kemur innií einum bussi, so er einki at gera. Tað er at sleppa sær burtur sum skjótast.” Tað sigur Rói Ljósheim bussførari úr Havn, sum tríggjar ferðir hevur upplivað at eldur er komin í bussin, sum hann hevur koyrt. Tvær ferðir var talan um somikið ógvusligan eld, at bussurin kolaðist upp.

Rói reisir nú spurningin, um trygdin í tunlunum er í lagið.

Umráðandi at vita hvønn veg roykurin fer

“Um eldur skuldi komið í ein buss inni í einum tunli, so er tað alfa og omega, at tú sendir fólkini tann rætta vegin,” sigur Rói. Hann vísir á, at undir loftinum í tunlunum hanga stórir blásarar, men har er einki sum sigur, hvønn veg teir blása.

“At senda fólk tann vegin sum roykurin fer, er at senda tey beint í deyðan,” sigur Rói.

Eisini vísir hann á, at sløkkiútgerðin í bussunum hevur sera avmarkaða megi.

“Eg havi einaferð verið vitni til, at ein politistur royndi við eldsløkkjara at sløkkja eina brennandi knallert. Hann fekk ikki bast eldinum,” sigur Rói.

“Tá tú ikki klárar at sløkkja eina knallert, so klárar tú heldur ikki at sløkkja ein logandi buss,” sigur hann.

Tá liðbussurin brendi

Rói minnist aftur á nýggjársaftan í 2001. Klokkan var umleið 18:30, og hann var við tí langa liðbussinum hjá Strandferðsluni á veg úr Vestmanna til Havnar við ferðafólki.

Liðbussurin (eisini nevndur “harmonikubussurin”) var ein 18 metrar langur bussur av merkinum Neoplan. Undirstellið og motorurin vóru av slagnum Man. Hann kom til landið í desember 1999 og koyrdi her í tvey ár. Bussurin tók umleið 70 ferðafólk og var eyðkendur við at hann var í tveimum pørtum. Motorurin sat í aftara vogninum.

“Eg fylti olju á í Vestmanna, og tá legði eg til merkis ein stramman diesel-lukt,” sigur Rói. Hann hugsaði tó ikki so nógv um tað, tí samtíðis sum hann fylti á tangan, var onkur annar í ferð við at fylla olju í dunkar, helst til eitt nýggjársbál, so Rói helt, at lukturin mundi koma frá teimum.

Bara 4 ferðafólk vóru við bussinum henda túrin. – Hetta var jú nýggjársaftan.

“Tá eg var komin inn í Leynatunnilin, nú síggi eg í speglinum, at tað bleiktrar gult aftanfyri. Í fyrstani helt eg, at tað mundi vera ein lastbilur sum koyrdi aftanfyri við gulu blunkljósunum tendraðum, men har var eingin lastbilur at síggja. Tá varnaðist eg, at eldur var í bussinum,” sigur Rói.

At royna at bakka útaftur úr tunlinum við einum liðbussi var vónleyst, og nógvur vestanvindur stóð eisini inn í tunnilsmunnan, so Rói tók eina skjóta avgerð:

“Eg valdi einki at siga við ferðafólkini og setti ferð á bussin, men hann vant seg ikki skjótt upp,” sigur hann.

“Tankin um at bussurin møguliga kundi steðga upp, áðrenn vit komu út, var ræðandi,” sigur hann. Hetta var áðrenn ljós vórðu sett upp í tunlinum.

Rói var als ikki í iva um, at avgerðin ið hann hevði tikið var røtt.

“Har var bar at sláa kalt vatn í blóðið og koma út sum skjótast,” sigur hann.

Royndi at sløkkja eldin

Komin nakað frá tunnilsmunnanum steðgaði Rói tí brennandi bussinum og sløkti høvuðsavbrótaran. Hann vendi sær síðani móti ferðafólkunum og segði: “Tað er eldur í bussinum, vit mugu út.”

Eitt av ferðafólkunum bjóðaði seg til at ringja eftir hjálp og ímeðan gjørdi Rói sjálvur eina roynd at sløkkja eldin, men har var einki at gera.

“Tað vísti seg, at hvørja ferð strálan úr eldsløkkjaranum rakti startaran, so hendi okkurt skammlop, sum tørnaði motorin runt, og olja spríkti á eldin.”

Helst hevur onkur leki verið á einum dýsurøri, og møguliga hevur tað verið orsøkin til, at Rói føldi tann stramma diesel-luktin, tá hann fylti olju á í Vestmanna.

“Eldslogarnir stóðu himmalhøgt, men kortini gingu einir 10 minuttir áðrenn eldurin kom inn í bussin,” sigur Rói.

“Men tá eldurin var komin inn í bussin, so var hann beinan vegin runt,” sigur hann.

Tveir aðrir eldar

Einaferð miðskeiðis í 80-árunum var eldur í einum býbussi, sum Rói koyrdi, men tann eldurin varð skjótt sløktur, eftir at brandbilur var komin á staðið. Og aftur nú í desember mánaði kom eldur í ein buss, ið Rói varaði av. Tann bussurin stóð stillur á Sandinum í Klaksvík, tá eldurin kyknaði, og hann kolaðist upp eftir lítlari løtu.

“Tað verður ofta sagt, at trygdin í undirsjóvartunlunum liggur í, at tað er so stutt til brandstøðirnar, men hendingin á Sandinum vísir, at tað argumentið heldur ikki. Tá brandbilurin kom á staðið var einki at gera,” sigur Rói.

Undirsjóvartunlarnir serliga truplir

Leynatunnilin, har liðbussurin brendi, er ein av stytstu tunlunum í landinum. Hann er bara 760 metrar langur. Spurdur um hann hevði handlað øðrvísi, um talan hevði verið um ein longri tunnil sigur Rói Ljósheim, at um tað til dømis hevði verið annar av undirsjóvartunlunum, so hevði støðan verið ein heilt onnur.

Vágatunnilin er 4,9 km. langur og Norðoyatunnilin er 6,3 km., og líkamikið hvønn veg tú koyrir, so er ein long mótbrekka móti munnanum.

“Eg sakni tvey ting: Brandpostar og okkurt sum vísir, hvønn veg blásararnir blása,” sigur Rói.

“Tú kanst sløkkja eld í einum tunli, um tú ert nóg skjótur og hevur røttu útgerðina. Har skuldu verið brandbostar og við hvønn brandpost skuldi eisini hingið ein maska, ein saksur og eitt kúbein ella líknandi,” sigur hann.

Viðvíkjandi saksi vísir Rói til hendingina við liðbussinum, har startarin mól av skammlopi.

“Har kundi ein saksur gjørt tað møguligt at klipt káplarnar av,” sigur hann.

Norskir normar eru ikki nøkur trygd í sær sjálvum

Vanliga verður sagt, at vegir og tunlar í Føroyum eru gjørdir eftir norskum normum, tí hesir verða hildnir at hóska væl til føroysk viðurskifti. Rói Ljósheim vísir á, at norskir normar eru ikki nøkur trygd í sær sjálvum.

“Vanlukkur henda eisini í Norra,” sigur hann. “Tá eldur kemur í, snýr alt seg um her og nú. Tað nyttar ikki at siga um 5 minuttir,” sigur hann.

Rói heldur ikki at tað eigur at vera uppgávan hjá teimum sum reka bussarnar at seta krøv til trygdina í tunlunum. Tað skuldu verið tunnilsfeløgini og Akstovan, ið settu størri krøv til trygdina, heldur hann.

“Sum bussførari havi eg havt meira brúk fyri brandskeiði enn eg havi havt brúk fyri skeiði í fyrstuhjálp,” sigur Rói. “Kortini verður kravt, at bussførarar hava ferðslurelaterað fyrstuhjálparskeið, men ikki brandskeið,” sigur hann.

Tunlarnir fylgja gomlum norskum normum

Birgir Johannesen, verkfrøðingur, sum er rakstrarleiðari fyri báðar undirsjóvartunlarnar, sigur við Norðlýsið, at undirsjóvartunlarnir fylgja norsku normunum, ið vóru galdandi tá tunlarnir vórðu gjørdir.

“Høvdu tunlarnir verið gjørdir í dag, so høvdu krøvini verið strangari,” sigur hann. Tó hevði framvegis ikki verið kravt at brandpostar skuldu verið í tunlunum.

“Krøvini nú eru, at tveir eldsløkkjarar skulu vera har, sum vit hava ein, og eisini eru royndir gjørdar í Norra við sprinklaraskipanum, sum hava víst seg at rigga væl, men tað er framvegis ikki sett sum krav í Norra,” sigur hann.

Birgir Johannesen sigur, at stóra avbjóðingin í sambandi við eld í tunlum er roykurin, tí hóast tunlarnir virka rúmligir, so eru hæddin og breiddin sera avmarkaðar í mun til longdina, og tí er skjótt at fylla ein tunnil við royki.

“Serliga Norðoyatunnilin er trupul í somáta, tí har er vánaligur natúrligur trekkur,” sigur hann.

“Á høgætt liggur vindurin inn í báðar munnarnar og á lágætt liggur vindurin burtur frá báðu megin. Tí eru blásararnir ofta tendraðir og teir skifta ofta rætning,” sigur Birgir. Hann vísir á, at hetta kann eisini lættliga henda í eini støðu við nógvum royki í tunlinum.

Mugu økja um trygdina

Tríggjar ferðir hevur Rói Ljósheim upplivað at eldur er komin í bussin, sum hann hevur koyrt og tvær ferðir var talan um somikið ógvusligan eld, at bussurin kolaðist upp, men hetta hevur tó ikki hildið honum frá at koyra buss. Hann koyrir leið 400 hjá Bygdaleiðum millum Havnina og Klaksvík og á hesum vegastrekki eru 4 tunlar, sum samanlagt eru slakar 14 kilometrar langir.

Spurdur um hann nakrantíð hugsar um síni upplivilsi við eldi, tá hann koyrir inní ein tunnil, sigur Rói, at tað kemur fyri, men ikki ofta, og hann vil ikki siga, at tað er nakað sum órógvar hann.

“Men einaferð minnist eg – tað var stutt eftir at liðbussurin brendi, tá sat eg í bussinum uttanfyri Farstøðina í Havn og tók fyri ferðaseðlar. Júst tá startaðu motorarnir á Norrønu og eg føldi brendaroyk. Tað fór sum nálir ígjøgnum meg,” sigur Rói, sum heitir á avvarðandi myndugleikar um at herða krøvini viðvíkjandi trygdini í tunlunum.