Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Bussleiðin skal gerast enn betri

Rannvá Isaksen

Bussleiðin var eitt tiltrongt framstig fyri Klaksvíkina. Hon er góð – men kann vera betri.

 

Bussleiðin út á Norðoyrar hóskar ikki saman við tørvinum hjá øllum teimum, ið annars høvdu brúkt hesa tænastu.

Hetta skulu vit gera betri.

Foreldur, ið brúka bussleiðina at koyra børn á stovn á nýggja barnagarðinum á Norðoyri, mugu fara til gongu inn aftur í Klaksvíkina. Børn og starvsfólk í barnagarðinum mugu seta fleiri tímar av, um tey fara til Klaksvíkar ein túr, og náa ikki aftur í barnagarðin til vanliga matpakkatíð, um tey fara í fimleikarhøllina ella á bókasavnið.

Hetta kann ikki vera rætt. Sjálvsagt skal bussleiðin tillagast. Vit skulu lurta eftir borgarunum og finna loysnir saman.

 

Rannvá Isaksen, Fólkaflokkurin