Bústaðir hevur havt ársroknskaparfund, har roknskapurin fyri 2017, við tilhoyrandi grannskoðara-protokoll, bleiv góðkendur.
Rakstrarúrslitið fyri 2017 gjørdist 1,4 mió. kr. í halli fyri skatt, sum er 1,6 mió. kr. verri enn í 2016, tá ið úrslitið gjørdist 222 t.kr.
Bústaðir hevur seinastu árini verið í ferð við at umleggja sítt virksemi frá at verða ein útlánsstovnur til at vera eitt bústaðafelag, hvørs endamál er at útvega, umsita og reka leigubústaðir um alt landið.
Í 2017 vóru íløgur gjørdar í grundøki og bygningar fyri 121,6 mió.kr. Tilsamans hava Bústaðir við árslok íbúðarbygningar og verkætlanir fyri 311 mió. kr.
Leiguinntøkurnar vóru 8,6 mió. kr. í 2017. Í 2018 væntast hesar at hækka upp í 13 mió. kr. og at javnvág verður millum leiguinntøkur og rakstrarútreiðslur komandi árini so hvørt sum talið av leigumálum hækkar.
Við árslok 2017 var talið av leigumálum 188. Í løtuni umsitur Bústaðir 244 leigumál og harafturat eru meira enn 100 leigubústaðir í gerð.


