Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Bústaðir byggir íbúðir í Hvannasundi

Oliver Joensen

Støðan á sethúsamarknaðinum í Hvannasundi er eitt sindur fastløst, við tað at fólkavøkstur er í kommununi, ongi hús standa tóm í kommununi og harafturat ber illa til hjá fólki at byggja í Hvannasundi, orsakað av at áhugin hjá bankunum er so lítil at fíggja sethús í aðrastaðni enn í føroyska miðøkinum.

Um fólk skulu byggja sær sethús her  í Hvannasundi, so krevja bankarnir so stóra eginfígging, at tey flestu velja kommunur sum okkara frá og seta seg niður aðrastaðni. Tí kemur tað væl við, at Bústaðir nú fer undir ætlanina at byggja tríggjar íbúðir í kommununi. Bústaðir hevur fingið eitt sera gott grundøki at byggja á her, beint omanfyri nýggju samferðsluhavnina, har Ritan leggur at.

Hetta er eitt spennandi og áhugavert projekt og vit eru eitt sindur spent uppá , um hetta kann fara at skapa eitt sindur av luft í bústaðarmarknaðinum her. Um hetta fer at hava við sær at onkur eldri hús verða á sølumarknaðinum, ella hvat fer at henda, tað vita vit ikki, men hetta er í øllum førum sera positivt fyri íbúðarmøguleikarnar her, sigur Irdi Jacobsen, borgarstjóri í Hvannasunds Kommunu.

Bústaðir

Andras Róin, stjóri á Bústøðum váttar, at Bústaðir fer undir at byggja tríggjar íbúðir á umleið 80 fermetrar hvør.

Vit hava fingið byggiloyvi í Hvannasundi og harafturat er avtalað undirskrivað við ein arbeiðstakara.  Tað liggur í kortunum, at íbúðirnar skulu standa lidnar í endanum á hesum árinum.

Um hvør húsaleigan væntandi verður, sigur Andras Róin, at tað er ilt at siga nakað um áðrenn vit vita hvat vit standa eftir við, tá byggingin er liðug. Men vit hava bygt sama slag av íbúðum á strondum, tær íbúðirnar eru sera væl umtóktar, og har liggur húsaleigan á 5.600 krónum, so vit rokna við at kunna halda húsaleiguna undir 6.000 krónum um mánaðin eisini norðuri í Hvannasundi.

Myndirnar niðanfyri eru av íbúðunum á Strondum. Tað eru líknandi íbúðir Bústaðir byggir í Hvannasundi:

Harleywoodpaint