Á býráðsfundinum hóskvøldið 21. februar 2013 samtykti Klaksvíkar Býráð at játta kr. 650.000,- til byggibúning av bústøðunum til menningartarnað við Mylnutún.
Á býráðsfundinum hóskvøldið 21. februar 2013samtykti Klaksvíkar Býráð at játta kr. 650.000,- til byggibúning av bústøðunumtil menningartarnað við Mylnutún.
Væntandi verður projekteringin, sum Landsverkstendur fyri, liðug nú í februar mánað, og tá verður hildið fram viðverkætlanini, sum altso fyri kommununnar part snýr seg um rindan av niðurtøkuav teimum bygningum, ið stóðu har áðrenn – hetta arbeiðið er gjørt – og nú snýrtað seg so um byggibúningina, tvs. grevstur, planering, møguliga spreinging ogkloakkarbeiði.
Talan er um smærri sjálvstøðugar íbúðareindirí einum vardum umhvørvi. Hvør íbúðareindin hevur dur, vesi við baði, køk/stovu,sovikamar, við atgongd til felagshølir.
Vardu íbúðirnar við Mylnutún verða eftir ætlanlidnar á vári 2014.
GRUNDØKIÐ
Byggiøkið matrikkul 590H,590k, 590L og 590i,liggur millum vegin, við Mylnutún og vegin Undir Fossum. Fyri eystan rennuráðin Vágsá.
Stórur jarðarmunur er á grundøkinum, uml 9-10,millum veginar við Mylnutún og vegin Undir Fossum.
Bygningurin er settur við atlit til lendið,sum ein “vinkulbygningur”. Fyri at upptaka vaksandi jarðarmunin ímóti suðri, erlonin sum verður bygd fram við Vágsá trappa upp niðan ímóti vegnum Undir Fossa,ímóti suðri.
Uppihaldsøkið út frá borðstovu/køkinum vendurímóti vestri, eisini er ein stova íð liggur mótið eystri/norði móti Vágsá.Frammanfyri stovuna liggur terassa.
ATKOMA
Atkoma við bili verður eftir vegnum, viðMylnutún og eru 4 parkeringsbásar framman fyri bygningin. Eisini eru 11almennnir parkeringsbásar fram við vegnum Mylnutún, vónandi kunnu starvsfólk ogvitjandi eisini nýta hesar kommunalu parkeringsbásanar. Fram við vegnum UndirFossum eru 5 parkeringsbásar.
UTTANUMØKIÐ
Góðir møguleikar eru at fáa gottútiøkið/urtagarð móti vestri, har bygningurin og lendi skapa lívd.
Allar íbúðirnar hava terassu, sum verður gjørdúr timbur ella betongflísum.
Gøtur og rampur verða gjørdar, tær liggja runtum bygningin og fram við Vágsá, og verða tær asfalteraðar. Hjallurin erplaseraður saman við ruskrúminum fram við vegnum, við Mylnutún.
SKIPAN
Bygningurin er skipaður við tí í huganum, athann skal verða ein spennandi og avbjóðandi karmur hjá búfølkum ogstarvsfólkinum at virka í.
Sum nevnt áður er bygningurin settur við atlittil lendið, sum ein “vinkulbygningur”. Fyri at upptaka vaksandi jarðarmuninmóti suðri, er lonin sum verður bygd fram við Vágsá, trappa upp niðan ímótiðvegnum Undir Fossa, mótið suðri.
Fram við gøtuni (gongini) liggja íbúðirnar.
Miða verður ímóti at vegginir inni, fram viðgøtuni upp á sama hátt sum útvegginir úti, verða klæddir viðgran-timburbrettium SUPERWOOD. Miða verður ímóti at “gólvið” á gøtuni kemur atminna um “útibelegning”. Ætlanin er at við úthurðina til íbúðinar verðurútilampa uppset, sum víst á mynd síða 11.
Intentiónin er at upplivingin verður sum umman gongur í einari gøtu.
Takvindeygu vera monterða í tekjuna og gevurdagsljós niður í gøtuna.
Uppihaldsøkið við “terassu” er út fráborðstovu/køkinum í vendur móti vestri. Somuleiðis er “terassa” út frá stovu íliggur móti eystri/norðsíðuni, móti Vágsá.
Dentur er lagdur á at bygningurin er einfaldurog at gjøgnumskygni fæst beinavegin tá ið ein kemur inn.
TILFAR
Húsini verða klødd við gran-timburbrettumSUPERWOOD, við trimum ymiskum støddum 2”, 4” og 5”., sum víst á myndini niðanfyri.
Timburklædningurin verður smurdur viðtransparent Gori Lærketræ. Gjøgnumlitaðar SWISSPERL plátur verður eisini einpartur av klæðingini, omanfyri vindeyguni, sí síða móti norði síða 06.
Tekjan verður klødd við takdúki sum RENOLIT,við trÍkantslistum.
Vindeygu verða Alu/timbur ella timbur málaðhvítt.
Sí myndir av bústovninum sum Arkitektar 99 hava gjørt!




