Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Býbussurin sjey ár

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Í 2014 – eina viku fyri skúlabyrjan – fór býarbussskipanin til verka, sum vit kenna hana í dag.

Nú býarbussurin hevur sjey ár á baki, fóru vit ein busstúr runt um í býnum. Frammi í rong sat ein ikki sørt errin førari, Hjalmar Frederiksen. Jú, hann váttaði, at í dag eru liðin sjey ár, síðani bussarnir fóru til verka, og legði afturat, at tað bert er hann eftir av førarunum, sum vóru við, tá ið skipanin byrjaði.

Allir bussarnir eru nú skiftir út, tó at teir hava varðveitt tann eina av teimum gomlu at hjálpa til um morgnarnar, tí tá eru so nógv børn við í bussunum, sum skulu í skúla, at bert tveir bussar klára ikki eftirspurningin.

Eisini verður hesin gamli bussurin brúktur sum avloysari, um onkur av hinum skal á verkstað ella okkurt annað líknandi.

Teir nýggju bussarnir eru rættiliga ljóðleysir og behagiligir. So friðarligir, at ein av teimum ferðandi spurdi, um hetta vóru el-bussar, men so er ikki.

Bussførarin er sera lagaligur og fyrikomandi. Onkur var nakað seinur til bussin, so bíðaði hann. Tá ið vit komu til ein vegkross, har bussurin ikki steðgar, annað enn at bíða eftir bilum, sum koyra framvið, kom ein dama veipandi, og var tað ikki at taka feil av, hon bað bussin bíða eftir sær. Jú, tað lat seg gera, og hon slapp væl nøgd uppí, eins og bussførarin hevði eitt vinarligt orð til henara.

Jú, býarbussurin er komin fyri at verða og er serliga hentur hjá skúlabørnunum. Men verður sanniliga eisini nýttur av nógvum øðrum – eldri sum yngri. Býarbussurin er ókeypis at nýta.

Til lukku við teimum fyrstu sjey árunum!