Nú um dagarnar frættust gleðiligu tíðindini um, at nýggj Trygdarmiðstøð skal byggjast fyri 40 mió. kr..
Henda stórstílaða ætlan við venjingarhyli og allari hartilhoyrandi útgerð er eitt veldugt lop á leiðini móti munadyggari trygdarupplæring av sjófólki okkara.
Tá slíkar verkætlanir koma undan kavi, er upplagt at hyggja at, hvar ætlanin er at byggja. Er skilagott at byggja, har verandi Trygdarmiðstøð liggur, ella kunnu vit fáa meira samfelagsgagn burturúr við at byggja aðrastaðni?
Eg skjóti upp, at byggja nýggju Trygdarmiðstøðina í Svínoy. Har í oynni eru ógvuliga avmarkaðir vinnumøguleikar, og tískil eru almenn arbeiðspláss nærum einasti møguleiki, skal lív koma aftur í bygdina.
Síggi á heimasíðuni hjá Trygdarmiðstøðini, at har starvast 5 fólk. Um Brandskúlin við Áir verður lagdur saman við nýggju Trygdarmiðstøðini, kann roknast við, at hendan fer at geva arbeiði til 8-9 fólk. Hesi arbeiðspláss høvdu gjørt veldugan mun í einari bygd, har heimafólkið við føstum starvi í oynni kann teljast á tveimum! fingrum. Fyri ikki at tala um ávirkanina á bygdina, tá familjuforsyrgjarar kundu búð og arbeitt í oynni. Umframt arbeiðspláss hevði Trygdarmiðstøðin eisini givið ein stríðan streym av skeiðsnæmingum, ið hevði verið við til at givið lív aftur í bygdina.
Men, men, men…
Men, men, men … hugsar onkur kanska. “Hvar skulu næmingarnir búgva í Svínoy? Verður tað ikki ógjørligt at fáa kvalifiseraði starvsfólk? Er ferðasambandið ikki alt ov óregluligt? osv., osv.”
Bústaðarspurningurin
Loysnin á bústaðarspurninginum hjá næmingunum er at byggja eitt pensjónat aftrat Trygdarmiðstøðini. Hetta hevði givið arbeiði til onnur enn tey, ið eru beinleiðis knýtt at undirvísingini. Her hugsi eg um starvsfólk til matgerð og vistarhald annars. Eru arbeiðsmøguleikarnir fáir sum heild á úthoyggj, eru teir uppaftur færri hjá kvinnunum har. Eitt pensjónat hevði tískil verið eitt kærkomið arbeiðstilboð hjá kvinnum í Svínoy.
Kvalifiseraði starvsfólk
Svarið upp á spurningin um at fáa kvalifiserað starvsfólk til eina Trygdarmiðstøð í Svínoy er tað sama, sum fær menn til at liggja í mánaðavís í Barentshavinum langt burtur frá konu og børnum, og sum fekk aðrar at liggja í køllsvartasta myrkri uppi við Svalbard vetur eftir vetur: ein ordilig avrokning. Ein kappingarfør løn.
Gevið starvsfólkunum eina løn, ið er munandi hægri enn tað, tey fáa í dag, t.d. tað dupulta. Tá verður gravgangur eftir at sleppa til setanarsamrøðu. Rekrutteringsgrundarlagið fer at fata um allar Føroyar, og ikki bara lokalumráðið, sum vit onkuntíð síggja, tá almennir stovnar verða fluttir í útjaðaran.
Og tá hava landsins avgerðartakarar eisini prógvað í verki, at teir vilja gjalda tað, tað kostar at reka útjaðarapolitikk – ikki bert á íløgusíðuni, men eisini í rakstrinum.
Ferðasamband
Verandi ferðasamband er alt ov óreguligt – sama um Trygdarmiðstøðin verður bygd í Svínoy ella ikki, men tíbetur syngja bæði verandi skip og lendingarviðurskifti í einum svanasangskóri.
Tvinni málaráð arbeiða í skrivandi stund við at betra um ferðasambandið. Annað við at útvega nýtt skip til farleiðina og hitt við at betra um lendingarviðurskiftini. Tað er upp til hesi ráð at bera so í bandi, at tað verður eins sjálvsagt at sleppa í og av Svínoy, tá ein ætlar sær, og tað er hjá sandingum, kalsoyingum og øðrum.
Um nakar almennur avgerðartakari tískil nýtir óregluligt ferðasamband sum undanførslu móti at byggja Trygdarmiðstøðina í Svínoy, hevur alt tosið um nøktandi ferðasamband spælt so logandi fallitt.
—
Frá politikkarunum hoyrist javnan, at stig til at menna útjaðaran mugu koma frá útjaðaranum sjálvum. Hervið verða tit tiknir upp á orðið. Verandi Trygdarmiðstøð liggur longu í Norðoyggjum, og tískil er ikki neyðugt at fáa nakra lokalpolitiska valdømiskabal at ganga upp.
Hetta er ein gyltur møguleiki hjá politikkarum okkara veruliga at vísa vilja til at menna útjaðaran – eisini tá bert kann roknast við fáum atkvøðum afturfyri.
Vinarlig heilsan
Jógvan Horn,
verkfrøðingur




