Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, hevur avgjørt at seta eina bygginevnd, sum skal gera tilmæli um, hvørjar um-, út- og nýbyggingar skulu verða gjørdar á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Stórur tørvur er á at nútímansgera hølisumstøðurnar á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sum ikki er vorðið nútímansgjørt eins og hini bæði sjúkrahúsini. Elsti parturin av sjúkrahúsinum er frá 1928 meðan “nýggju” bygningarnir eru bygdir síðst í 1950’unum og fyrst í 60’unum. Ein ortopedisk skurðstova varð bygd afturat sjúkrahúsinum í 1988.
Arbeiðssetningur hjá bygginevndini:
1. Lýsing av verandi høliskarmum á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
2. Við atliti til “Álit um framtíðar sjúkrahúsverk í Føroyum” at gera eina lýsing av, hvussu Klaksvíkar sjúkrahús, sum ein partur av samlaða sjúkrahúsverkinum og sum ein savnandi partur av heilsuverkinum, skal virka í framtíðini, t.v.s. arbeiðsøki, upptøkuøki, sergreinar o.s.fr.
3. Við støði í oman fyri nevndu lýsingum, at gera uppskot um, hvussu Klaksvíkar sjúkrahús á besta hátt kann útbyggjast/nýbyggjast og nútímansgerast og hvussu verandi karmar frægast verða nýttir.
Í bygginevndini skulu sita umboð fyri hesi øki:
• Umsjónarmaðurin á Klaksvíkar sjúkrahúsi, formaður
• Læknafakligt umboð frá Klaksvíkar sjúkrahúsi
• Sjúkrarøktarfakligt umboð frá Klaksvíkar sjúkrahúsi
• Tøkniumboð frá Klakvíkar sjúkrahúsi
• Umboð fyri Heilsumálaráðið
• Landsverk skal sum almennur byggimyndugleiki vera við í arbeiðinum hjá bygginevndini.
Heilsumálaráðið 18. november 200




