Harleywoodpaint
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Byggisáttmálarnir á Skúlatrøð undirskrivaðir

Nordlysid

Á lítlari samkomu á Skúlatrøð vórðu sáttmálarnir við ymisku veitararnar undirskrivaðir. Samlaða verkætlanin kostar góðar 100 mió. kr., og skal byggingin standa liðug til skúlabyrjan í august 2018.

Á lítlarisamkomu á Skúlatrøð vórðu sáttmálarnir við ymisku veitararnar undirskrivaðir.Samlaða verkætlanin kostar góðar 100 mió. kr., og skal byggingin standa liðugtil skúlabyrjan í august 2018.

 

Í morginfara arbeiðsmenn frá byggifyritøkuni Malltek – saman við fleiri øðrum veitarum– at byrja niðurtøkuna.

Ætlanin er,at so stórur partur av niðurtøkuni er liðug, áðrenn næmingar og lærarar afturfara til verka eftir skúlafrítíðina.

Í sambandvið undirskrivingina nevndi borgarstjórin møguleikan fyri, at býráðið setureina eyka upphædd til síðis, ið skal eggja fyritøkunum at halda tíðarætlanina.

– Alt ovofta síggja vit, at verkætlanir hava trupult við at halda tíðarætlanina.Vanliga hevur kommunan bert arbeitt við dagbótum, men við hesum nýggjaframferðarhátti kann kommunan eggja til, at tíðarætlanin verður hildin, oghetta gerst ein gularót heldur enn ein pískur.

– Tað hevurstóran týdning fyri næmingar, foreldur og lærarar, at verkætlanin gongur so skjóttsum gjørligt, og at skúlagongdin verður darvað sum minst av hesari verkætlan.Tí er vert at royna hesa skipan, ið ikki er roynd seinastu nógvu árini íkommununi, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.