Mánadagin verður avtala gjørd millum Sp/f Snið og Leirvíkar Kommunu um bygging av 12-14 raðhúsum við Bólstein.
Leirvíkar Kommuna og felagið Sp/f Snið fara mánadagin at undirskriva sáttmála um bygging av raðhúsum við Bólstein í Leirvík. Sp/f Snið er felag undir stovnan og er tað Sp/f Fuglø Arkitektar í Klaksvík og Sp/f J+H smíð í Leirvík, sum hava stovnað felagið.
Ætlanin er at byggja 12-14 raðhús við Bólstein. Talan er um tvey grundstykkir við einum spæliøki í millum stykkini, sum Leirvíkar Kommuna í heyst bjóðaði út til sølu til raðhús, og sum nú verða seld til Sp/f Snið til bygging av raðhúsum.




