Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, váttar at eftir ætlan verður spakin settur í til 30 íbúðir síðst í oktober, sum Bústaðir letur byggja í miðbýnum í Klaksvík – nevnt Biskupstorg.
Borgarstjórin, Jógvan Skorheim, váttar at eftir ætlan verður spakin settur í til 30 íbúðir síðst í oktober sum Bústaðir letur byggja í miðbýnum í Klaksvík – nevnt Biskupstorg.
Samráðingar eru millum Bústaðir og arbeiðstakara og sum skilst verður spakin settur í seinast í oktober mánað. Fyri býráðið hevur tað stóran týdning at gongd kemur á alternativa bústaðarbygging. Tað standa sum skilst næstan 200 fólk á bíðilista so áhugin fyri íbúðunum er sera stórur. Í samband við býrarplánin, hevur kommunan tryggja sær í byggisamtyktini at niðasta hædd er avsett til “útatvent virksemið” so, sum handil, matstovur o.a. tílíkt sum fólk gera brúk av.
– Borgarstjórin sigur at umráðandi er at ikki verður steðga her, men at vit veruliga fáa gongd á alternativa íbúðar/kolegium bygging, og at miðbýurin verður raðfestur, so vit fáa ein enn meiri livandi bý.
UM VERKÆTLANINA:
SAMSTARV MILLUM BÚSTAÐIR OG KLAKSVÍKAR KOMMUNU
Klaksvíkar Kommuna hevur eina hugsjón um ein nýggjan og livandi miðbý innast á vágni. Nýggju íbúðirnar kring Biskupstorg fara at skapa eitt samspæl við tað nýggja miðbýarøkið. Íbúgvarnir fara at fáa gang av øllum hentleikum, ið miðbýurin í framtíðini fer at bjóða. Samstundis fara bæði fólk á staðnum og vitjandi í miðbýnum at merkja ágóðan av hesari heildarhugsan, tí funktiónir og tænastur eru samhugsaðar og fjølbroyttar við bústøðum, skrivstovum, handlum, kaffihúsum, mentanartilboðum og almennum savningarstøðum. Tá ið lunnar eru lagdir undir ein livandi og fjølbroyttan bý, gerst hetta íbúgvum og vitjandi til gagns.




