Ein royndur leikari hevur gjørt nýggjan sáttmála við KÍ.
Ein royndur leikari hevur gjørt nýggjan sáttmála við KÍ.
Talan er um 28 ára gamla Dion Splidt, sum kom til KÍ undan hesum kappingarárinum. Helst størsta løtan hjá Dion var, tá hann avgjørdi klassikaran millum KÍ og HB í Klaksvík, sum endaði 1-0.
Dion Splidt er nú fluttur til Klaksvíkar at búgva og KÍ boðar frá, at 2-ára sáttmáli er gjørdur við Dion Splidt.
Samanlagt er Dion skrásettur fyri 126 dystir og 18 mál í bestu deildini.




