Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráði gerð púrt einki fyri handilslívið í býnum

John William Joensen

Tað er at spara eftir reyv – um býráði – eins og undanfarin ár ætlar at bíða til 13. desember at tendra jólatræ og prýða býin – ein mánaða seinri enn høvuðsstaðurin

At Klaksvíkin ikki fyri langari tíð síðan er skrýd við jóaprýði – ljósið og øllum sum hoyrir einum handils-jólum til – er einki minni enn ein syrgisøga og vísir at í býráðshúsinum hugsar man næstan bara um sparingar – vit eftirlýsa ein lokalan handilspolitikk

Matvøruhandlarnir hava havt eitt hampiligt ár – men gávubúðirnar, klædnahandlarnir – ja størsti parturin av handilslívinum hevur havt eitt sera vánaligt ár.

Einasti ljósglotti í býnum er jólapynti hjá Norðoya Sparikassa og einstøkum handlum kring um í býnum – og so privatfólk – serliga undir Klakki so so smátt eru farin at pynta.

At býráði fyri at spara nakrar fáar krónur í el ella kanska viðlíkahaldið –  bíðar til (í fjørð 13. desember) vísir hvussu skeivt verður hugsað í býráðshúsinum.

Tað er nú vit hava brúk fyri leiðsu – sum setur skub í tingini – sum fer út og tendrar ljós – fær fólk at leita til Klaksvíkar – tí har eru jólini altíð so fantastiska hugnalig – og tey hava longu pynta o.s.fr.

Handlarnir skullu nokk sjálvir lokka fólk at keypa jólagávur tá Jólini fara at nærkast – men at býráði ikki kennir sína vitjanartíð merkir beinleiðis at umsetningurin í handlunum í Klaksvík er minni – fyri hvønn dag sum gongur.

Jólaskipið – skuldi eisini komið so tíðliga sum gjørligt – og hóast vit vita at býráði og handilslívið roynir at sponsorerar hetta stásiliga átak – so er tað ein stór skomm fyri Handislívið, vinnulívið og Klaksvíkar Býráð at hetta tiltak hevur havt sera vánaligar treytir at virka undir seinastu mongu árini.  Hetta fantastiska tiltak hongur á herðunum á nøkrum heilt fáum sjálvbodnum fólkum – og allur býurin fær ágóðan. Fólk koma úr øllum landinum til Klaksvíkar at síggja jólaskipið.

Umsetninurin í flestu handlunum er í minsta lagið tvífaldur í jólamánaðinum og kunsturin er at halda jólasøluna koyrandi so leingi sum gjørligt og uppgávan hjá býráðnum átti sjálvandi at verið at profilera Klaksvík sum ein handilsbý í bestu handilstíð.

Við verðandi hugburði verða jólini 2009 einki minni enn ein handilslig katastrofa – og tí er neyðugt hjá býráðnum at lata seg í førara-blusuna – ístaðin fyri at sita og pilka nøs- hyggjandi út á Kunoyarnes – meðan kavin so spakuliga nærkast sjóarmálanum.

Gleðilig Jól
Norðlýsið 🙂

Harleyfacadeacryl