Á býráðsfundinum í annað kvøld er framtíðarviðurskifti við SEV til umrøðu
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, sigur við Norðlýsið at tað er varaborgarstjórin sum hevur reist hetta máli og hevur ynskt at fingið tað til viðgerar á býráðsfundi.
– Málið verðu bert til umrøðu og ikki til støðutakan.
– Varaborgarstjórin hevur tosað um at møguleikan at selt SEV, men hetta er ein sera torgreiddur spurningur sum eisini inniheldur løgfrøðiligar spurningar.
– Tí er málið ikki búgvið til støðutakan men verður umrøtt, og fáa býráðslimir tá høvið til at siga sína støðu viðvíkjandi framtíðarviðurskiftunum við SEV.
Borgarstjórin sigur víðari at sjálvur hevur hann ikki nakra avgjørda støðu í málinum tí tað eru so nógv ógreið viðurskifti sum vit ikki kenna í hesum sambandi.
Fundurin byrjar kl. 17:30




