Nýggja býráðið, sum varð valt
9. november í fjør, tók um ársskiftið við ábyrgdini av kommununi, og týskvøldið var fyrsti fyrireikandi fundurin millum deildarleiðararnir í býráðsumsitingini og býráðslimirnar, har kunnað varð um lógargrundarlag og mannagongdir fyri býráðsarbeiðið.
Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri upplýsir fyri Norðlýsinum, at fundurin týsdagin er eitt nýtt tiltak, sum ikki er roynt áður í øllum førum ikki í nýggjari tíð.
– Í sambandi við býráðsvalið í november førdu onkrir býráðslimir fram, at teir sum nývaldir saknaðu eina betri kunning um mannagongdirnar fyri býráðsarbeiðið. Hetta fekk okkum til at taka stig til at skipa fyri hesum fundinum sum eina roynd, har deildarleiðararnir í býráðsumsitingini fingu høvi til at greiða býráðslimunum frá lógum og mannagongdum fyri býráðsarbeiðið.
– Sjálvandi er tað ógjørligt á einum fundi at røkka øllum viðurskiftum, men eg haldi, at fundurin sum heild gekk væl. Nomið varð við nógv ymisk viðurskifti, og orðaskiftið millum umsitingina og býráðslimir varð bæði lívligt og gott, heldur borgarstjórin.
Umframt Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóra, sum sjálvur er ovasti leiðarin fyri býráðsumsitingina, verður umsitingin myndað av John Færø býráðsskrivara, Hera M. Hammer býarverkfrøðingi, Henry Mellemgaard roknskaparleiðara, Jancy B. Klein sosialdeildarleiðara og Dáva Winther mentanardeildarleiðara.
Skjótari í gongd við býráðsarbeiðið.
Borgarstjórin er ikki í iva um gagnið av, at býráðslimir verða kunnaðir og kunnu skifta orð sínamillum um, hvussu býráðsarbeiðið verður lagt til rættis.
– Tað er umráðandi fyri eina so stóra kommunu sum okkara, at politikararnir, sum jú skulu taka avgerðirnar, skjótast møguliga fáa tann neyðuga førningin til at virka til fulnar, so vit frá byrjan kunnu kunnu koma í gongd við arbeiðið sum býráð uttan óneyðugar misskiljingar.
– Klaksvíkar Kommuna er limur í Kommunusamskipan Føroya, sum skipar fyri einum serligum skeiði fyri býráðslimir í februar. Hetta krevur sjálvandi nakað av tíð og orku, men sjálvur ivist eg ikki í, at tað rímiliga skjótt verður vunnið innaftur, tí býráðslimir beinanvegin fáa kunnleika um teirra rættindi og skyldur og tí skjótari og betri verða førir fyri at gera teirra arbeiði.
– Býráðið, sum nú hevur tikið við, er ein blanding av nøkrum nýggjum og nøkrum royndum býráðspolitikarum. Hetta skuldi givið møguleikar fyri nýggjum íblástri og nýskapan, samstundis sum kunnleikin og barlastin hjá teimum rutineraðu kemur býráðsarbeiðinum tilgóðar, heldur borgarstjórin, sum sjálvur nú byrjar sítt annað valskeið sum borgarstjóri.




