Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðið játtað 2 mió. kr. í íløgustuðuli til Spinnaríið

Oliver Joensen

Á almenna býráðsfundinum hóskvøldið 10. desember 2015 samtykti Klaksvíkar býráð einmælt at taka undir við tilmæli frá Fíggjarnevndini um at játta 2 mió. kr., ið svarar til ein triðing av fyrra byggistigi av verkætlanini í Spinnarínum.

Á almenna býráðsfundinum hóskvøldið 10.desember 2015 samtykti Klaksvíkar býráð einmælt at taka undir við tilmæli fráFíggjarnevndini um at játta 2 mió. kr., ið svarar til ein triðing av fyrra byggistigiav verkætlanini í Spinnarínum.

 

Ískránni fyri býráðsfundin 10. desember 2015 framgongur, at málið um íløgustuðultil Spinnaríið hevur verið fyri í Mentanarnevndini 30.11.2015, Fíggjarnevndin08.12.2015 og í Klaksvíkar býráð 10.12.2015.

 

Sum Norðlýsið áður hevur skrivaðum, so samtykti Klaksvíkar býráð á býráðsfundinum 28. mai í vár at veita einatreytaða stuðulsjáttan til Grunnin Spinnaríið. Tá varð greitt frá, at grunnurinvónaði skjótt at hava alla fígging upp á pláss, so byrjast kann upp áprojektering og útbjóðing av íløguni  í sjálvan bygningin.

 

Sum skilst á býráðsskránni tilbýráðsfundin 10. desember, so hevur samskifti verið millum kommununa og grunninSpinnaríið.

 

GrunnurinSpinnaríið vil fremja 1. byggistig

Í skrivi frá grunninum Spinnaríið14. november 2015 verður greitt frá, at byggætlanin er lutað í tvey byggistig:

 

I. byggistig, sum kostar 6 mió.kr., fevnir um, at verandi bygningur verður settur í stand og væntast at standaliðugur á vári 2017. Tá skal bygningurin eisini lúka øll myndugleikakrøv ogkann nýtast sum rábygningur/høli, verður greitt frá.

 

II. byggistig, sum kostar 3 miókr., fevnir um nýggja tilbygningin, eystureftir.

 

Býráðiðjáttað íløgustuðul til 1. byggistig

Spinnaríið spyr í skrivinum, umgrunnurin kann fáa útgoldið allar 3 mió. kr., sum kommunan hevur givið tilsøgnum, tá ið I. byggistig er liðugt.

 

Sostatt var høvuðsspurningurin íviðgerðini hesaferð, um kommunan skal útgjalda grunninum ein ávegis stuðul til1. byggistig, sum hon áður hevur játtað til ta samlaðu verkætlanina, treytaðav, at alt varð liðugt, og hvussu stóra upphædd talan evt. skal verða um.

 

Umsóknin frá grunninum um ávegisstuðul til 1. byggistig fekk undirtøku í býráðnum, tí eftir tilmæli fráFíggjarnevnini samtykti býráðið einmælt at játta 2 mió. kr., ið svarar til eintriðing av fyrra byggistigi.

 

Við hesum hevur grunnurinSpinnaríið í øllum førum fingið lutvísa fígging til 1. byggistig av verkætlanini.

 

Gávafrá SMS

Tað var í 2009, at Niels Mortensen,stjóri í SMS, handaði Klaksvíkar Kommunu Spinnaríið sum gávu at nýta tilmentanarligt endamál, og árið eftir samtykti býráðið at seta á stovnSjálvsognarstovnin Spinnaríið, sum verður stjórnað av einarni trímannaðarinevnd.

 

Onkrar tillagingar vórðu síðanigjørdar í viðtøkunum fyri Spinnaríið, og á býráðsfundinum 27. september 2011samtykti býráðið endaligu viðtøkurnar fyri stovnin, herundir samanseting avnevndini fyri Sjálvognarstovnin Spinnaríið, har Klaksvíkar Handverkarafelagvelur ein lim, Ferðavinnan í Norðoyggjum velur ein lim, og Klaksvíkar Kommunavelur ein lim.

Haraftrat fingu báðir leigararnir í húsinum hvør sín lim í nevndina, galdandi í2 ár fram, tá ið nevndar­sessirnir fella burtur. Hesir báðir leigararnir eruBátasavnið Samognin og Knitting Faroes sp/f, sum arbeiðir við at endurskapa líví ullvirking.

Á býráðsfundinum 29. januar 2013 samtykti Klaksvíkar Býráð at velja EyðbjørnPoulsen sum býráðsins umboð í nevndini fyri Spinnaríið í 2013-2016.

 

Spennandi verður at síggja, hvussuleikur víðari fer í Spinnaríinum, sum er ein av søguligu bygninginum íKlaksvík.