Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðið tekur undir við vinarbýaravtalu

Klaksvik.fo

Klaksvíkar Býráð hevur í kvøld einmælt samtykt at taka undir við uppskoti um vinarbýaravtalu millum Klaksvík og Taiji í Wakayama Prefecture í Japan.

Tá ið Kazutaka Sangen, borgarstjóri í Taiji vitjaði í Føroyum í august, legði hann fram ynski um vinarbýarsamstarv millum Klaksvík og japanska býin fyri Jógvani Skorheim, borgarstjóra. Uppskotið hevur síðan verið viðgjørt í Fíggjarnevndini og í Býráðnum, sum í kvøld tók undir við uppskotinum.

– Talan er um ein serstakan og áhugaverdan fyrispurning úr Japan um vinarbýarsamstarv, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri.

– Japan er ein av heimsins størstu marknaðum innan fiskivinnu, og Føroyar eru millum heimsins størstu útflytarar í mun til fólkatalið, so tað gevur ómetaliga góða meining fyri okkum sum fiskivinnubý og -tjóð at knýta gott samband við Japan, og tað kann ein avtala sum hendan vera viðvirkandi til, sigur hann.

Á leið 3500 fólk búgva í Taiji og semja er millum býráðini í Klaksvík og Taiji um avtaluna, sum leggur upp til samstarv og útveksling inannfyri vinnu, ferðavinnu og mentan.