Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðslimir á skeið á Sjómannsheiminum

John William Joensen

Í dag hava býráðslimir í Klaksvík verið á skeiði hjá Kommunusamskipan

Kommusamskipan hevur eftir seinastu býráðsvalini – skipað fyri skeiðum fyri býráðslimir har endamálið er at styrkja kommunustýrislimir í leikluti teirra sum kommunupolitikarar.

Skeiðini hava verði hildin í Danmark og í ár var farið til íslands at halda skeið, men Klaksvíkar Býráð valdi at takka noy til hetta tilboði.

Í staðin var ein bíligar loysn vald við at halda skeiðini í Klaksvík og í dag vóru evnini Kommunustýrislóg og kommunurættur, kommunufulltrúin og eftirlit, alment innlit, fyrisitingarlóg, uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, framtíðaravbjóðingar- reformar, stýring og hugburður.

Sum skilst eru býráðslimir sera væl nøgdir við skeiðini og tá vit vitjaðu á Sjómannsheiminum við myndatólinum seinrapartin var sagt at umframt at tað var bíligari at halda skeiði í Klaksvík so var hetta eisini ein fyrimunur tí so kundu umboð fyri umsitingina eisini luttaka á skeiðinum.

Endamálið er at styrkja kommunustýrislimirnar í leikluti teirra sum kommupolitikkarar, og at geva førleika og vitan um tær uppgávur og avbjóðingar, ið kommunurnar hava nú og framyvir. Harumframt at viðgera grundleggjandi reglur um rættindi og skyldur hjá einstaka politikkaranum, eins og løgfrøðiligar ásetingar um samanspælið millum politikkarar og fyrisiting.

Harleyfacadeacryl