og á seinasta býráðsfundinum var eitt minnilutauppskot samtykt við hjálp frá limum í býráðsmeirilutanum
Sum Norðlýsið skilir gongur hart fyri seg í løtuni, og nú endurskoðaða fíggjarætlanin skal leggjast fyri býráði ganga bylgjurnar høgar millum býráðslimir.
Býráðslimir eru samdir um flestu sparingarnar, men ósemjan snýr seg um hvussu nógv skal sparast og eisini eru fleiri býráðslimir ímóti at niðurleggja tilboð – sum í dag verða veitt borgarum.
Á fíggjarnevndarfundi í gjár var uppskoti hjá meirilutanum um m.a. at skerja stuðulin til Dagtilhaldið, Atlantis og Tónlistaskúlan til viðgerðar.
Sambært uppskotinum verður frítíðarskúlin lagdur undir Virkishúsið og hetta eru fleri býráðslimir harliga ímóti.
Samtyktu minniluta uppskot
Spurningurin er eisini hvussu sterk býráðssamgongan er, tí á seinasta býráðsfundi bleiv eitt minnilutauppskot samtykt hóast borgarstjórin og varaborgarstjórin vóru ímóti
Minnilutin skeyt upp á býráðsfundinum at seta eitt fólk afturat í starv á sosialudeild – tí sambart uppskotstillarunum var deildin hart rakt av sparingum, samstundis sum trýsti á deildina er munandi vaksið.
Atli, Elsebeth og Óli atkvøddu saman við minnilutanum og var uppskotið tí samtykt. Tí verður nú lýst eftir fólki til Sosialudeild hjá Klaksvíkar Kommunu.
Býráðsfundurin verður mikudagin og tá skal endurskoða fíggjarætlanin við sparingum samtykkjast




