Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Býráðsval fyri framman

John William Joensen

Í lýsing í blaðnum ídag, verður kunngjørt, at kommunuvalið verður hin 9. november ella um góðan mánaða.

At tað stundar til væl, hava lesarar okkara helst varnast, nú politisku greinarnar eru byrjaðar at taka meira pláss í blaðnum.
Hugaligt hevði verið, um Norðlýsið eisini fekk viðmerkingar og innlegg frá øðrum enn okkara politikkarum, tí býráðssetan komandi verður helst ein søgulig býráðssetan, tí tað verður býráðssetan tá Norðoyatunnilin gjørdist veruleiki.
Hesi komandi árini vera byrjanin til stórbroytingar í samfelagnum her, ongin ivi um tað.
Í løtuni síggja ábendingarnar um valstríðið upp undir býráðsvalið eitt sindur ógvusligar út, við tað at tosað verður um stórmál, ið fara at kosta nógvan pening um so er at málini skulu gjøgnumførast komandi árini.
Vit eru farin ígongd við góðshavnina í Ánunum, so smátt. Samstundis frættist um ringvegin av Hæddini og norður á Brekku, stórar ætlanir viðvíkjandi skúlabygging, kommununar partur av handilssentrinum í miðbýnum og so fram.
Tað er ílagi at politikarar seta síni sjónarmið fram, men vit onnur, ið eiga at hava áhuga í samfelagsviðurskiftum, sum vit eru partur av hvønn dag, eiga eisini at luttaka í orðaskiftinum, tí tey, ið lata seg stilla upp til eitt býráðsval eiga eisini at fáa kritiskar spurningar frá okkum.
Lítil ivi er um, at valið hesaferð verður spennandi, bæði tí at nógvar avbjóðingar standa fyri framman, men eisini tí at broytingar eru í uppstilling frá árum frammanundan, soleiðis stillar Jógvan við Keldu ikki uppaftur og áhugavert verður at síggja hvørja ávirkan tað fer at fáa á fólkaflokkin.
Tað hevði verið hugaligt, um fleiri enn tey, sum uppstillað eru tóku til pennin og luttóku í kjakinum upp undir valið.
Tað hevði ivaleyst gagna samfelagnum, tí tað eigur at vera soleiðis, at politikarar fáa svar uppá tiltalu, um veljarar halda at teir fara ov langt, ella ikki grundgeva nóg væl fyri sínum vallyftum, so takið pennin, Norðlýsið er til dystin fús.