Í seinasta lagið 1. Februar kunnu átta fólk við skerdum førleika flyta inn í spildurnýggjar íbúðir við Heygaveg í Klaksvík. Í dag eru lyklakláru íbúðirnar, sum eru innfluttar liðugt gjørdar, fluttar við trailara og politiverju úr miðbýnum og niðan á fundamentin sum Kanjon hevur gjørt.
Í seinasta lagið 1. Februar kunnu átta fólk við skerdum førleika flyta inn í spildurnýggjar íbúðir við Heygaveg í Klaksvík. Í dag eru lyklakláru íbúðirnar, sum eru innfluttar liðugt gjørdar, fluttar við trailara og politiverju úr miðbýnum og niðan á fundamentin sum Kanjon hevur gjørt. Bústaðir hevur gjørt avtalu við donsku byggifyritøkuna Scandi Byg, sum er heildarveitari av hesi bygging. Tað eru einans 6 mánaðar síðan at íbúðirnar vóru ordraðar og búfólkini flyta inn í januar.




