Skiparin umborð á Queen Victoriu byrjaði sítt sjólív við Ternuni um Vestmannasund í 1982.
Skiparin umborð á Queen Victoriu byrjaði sítt sjólív við Ternuni um Vestmannasund í 1982.
Tað var ein rólig og væl uppløgd Inger Klein Olsen, ið Norðlýsið hitti umborð á Queen Victoriu. Hon greiddi frá, at 990 starvsfólk vóru umborð.
– Tað eru 990 starvsfólk umborð, har tað m.a. eru 80 maskinmenn,35 á dekkinum og 6 stýrimenn. Av teimum 1976 ferðafólkunum er ein stórur partur eldri fólk, ið hava meira pengar, sigur Inger Klein Olsen, ið er úr Vestmanna.
Norðhavnin
Skiparin letur væl at Norðhavnini í Ánunum.
– Hetta var eitt sindur minni pláss enn eg ofta eri von við, men tað gekk fínt. Her er nokk av plássi og tað er ein góð bryggja at leggja at, sigur skiparin á Queen Victoriu seinastu trý árini.
Byrjaði á Ternuni
Inger byrjaði sítt sjólív sum 14 ára gomul, tá hon seldi kaffi umborð á Ternuni.
– Eg byrjaði sum 14 ára gomul at selja kaffi umborð á Ternuni, ið tá sigldi millum Vestmanna og Oyragjógv. Hetta var eftir skúlatíð. Síðani hevur leiðin gingin hendan vegin, har eg byrjaði umborð á Cruise skipið í 1997. Fyri trimum árum síðani bleiv eg so skipari, sigur Inger Klein Olsen.
Hon sigur at enda, at arbeiðsskipanin, sum verður koyrd umborð er tríggir mánaðir umborð og tríggir heima.




