Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Byrjaði við skúlaskipinum hjá Svínoyingum

Oliver Joensen

Í gjár, fór Árnmar Mellemgaard, úr starvið hjá Strandfaraskipum Landsins. Árnmar eru nú 70 ára gamalur, og tá skal man í land, siga regurnar.

Seinastu árini hevur Árnmar Mellemgaard siglt við Sam. Um siglingina við Sam, sigur hann, at hetta í veruleikanum hevur verið besta arbeiðisplássi hjá Strandferðsluni hann hevur havt hesi 30 árini Oddmar hevur siglt við Strandfaraskipum Landsins..

Eg eri ættaður úr Svínoy, føddur í Klaksvík, men búði øll míni barnaár úti í Svínoy. Mamma mín bleiv sjúk, so foreldur míni fluttu. Eg búði so frá tí eg var 1 ½ ára gamalur í Heimistovu í Svínoy til eg var 16, tá fór eg at búgva hjá foreldrum mínum í Havn. At vaksa upp í Svínoy var tað besta ein kundi hugsa sær. Øll bygdin var ein barnagarður, úr fjøruni og niðan í fjøllini. Væl var tikið hond um okkum, so hagani havi eg bara góð minnir.

Umborð á Strandferðsluni havi eg havt góð ár eisini. Sum sagt, so byrjaði eg umborð á skúaskipinum hjá svínoyingum, Fuglberg í 64-66, so fór eg við Brandi Sigmundarson og var har í nøkur ár. Róði út við Marjun II í trý ár. Fór hagani umborð á Vón og Sancy. Sancy bleiv seld og manningin fór av í 85. Júst tá søkti Strandferðslan eftir avloysarum. Eg søkti og fekk starv sum avloysari. Ímeðan eg starvist har, fái eg kjans við Andriasi í Hvannasundi. Ein dagin kemur Mortan umborð og sigur við meg, at eg má taka støðu nú, tí eg stóð á manningarlistanum hjá Andriasi í Hvannasundi. Eg segði honum, at eg skuldi geva honum boð ímorgin. Eg so inn til Páll Heinesen á Strandferðsluni at siga upp. Nei, segði Páll, tú mást ikki fara nú, tí okkum manglar fólk. Eg sigi so við hann, at eg havi hendan kjansin. Men fáið eg fast starv her nú, so verið eg verandi. – So bleiv og nú havi eg verið her í samfull 30 ár.

Hetta hevur verið eitt ómetaliga gott arbeiðispláss. Eg havi siglt við nógvum skipum hjá Strandferðsluni, men siglingin við Sam hevur verið tann allar besta. Her hava verið sera góð og fryntlig fólk umborð. Ikki um at tala kalsoyingar, teir hava verið ógvuliga góðir at havt umborð. Kanska hevur tað havt týdning fyri meg, at bæði eg og konan hava havt ættarbond í Kalsoynni, abbi mín var av Húsum.

Men eg eri glaður fyri at vera sloppin í land nú. Eg haldi at tað er fínt, at markið er 70 hjá fólki í almennum starvi.

Svínoyggin eigur hjartað mítt, sigur 70 ára gamli svínoyingurin, ið hevur búð stóran part av ævi síni á Argjum.

Heri prestur eigur nógva jørð og harvið seyð úti í Svínoy. Vit báðir eru uppvaksnir saman og vinmenn, hann hevur boði mær at búgva í húsunum hjá sær úti í Svínoy tá mær lystir og eg fari beint til Svínoyar í dag, tað skal einki vera sum tað.

Annars fáið eg helst nokk at gera, um eg havi hug til tað, tí verðsonurin hevur egið virki, og hann hevur sagt, at eg kann arbeiða hjá honum, tað eg havi hug til. Men fyrst fari eg til Svínoyar at hugna mær, tað skal einki vera sum tað, sigur ein vælnøgdur 70 ára gamal pensionistur.